2019-01-16 11:38
24 ára gamli Eirikur M. Ellendersen hevur skrivað undir sáttmála við 07 Vestur.
Leikarin, sum er uppvaksin í TB og hevur spælt við felagsliðinum í Suðuroynni seinastu tvey kappingarárini, hevur skrivað undir sáttmála fyri komandi kappingarár, skrivar JN.fo.
Verjuleikarin hevur sambært Faroesoccer spælt 126 dystir í Betri deildini og hevur umboðað bæði U17 og U19 landsliðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald