Fótbóltur

07 Vestur vaknaði aftur við Dohn á odda

Fyrstu stigini í yvir tríggjar mánaðir komu til høldar í tøkum tíma móti TB. Nicolai Møller Dohn skoraði tvey mál, tá 07 Vestur nærkaðist bjargingini aftur.

Søtur sigur hjá Schjønberg og teimum og gott lag í Sørvági - nógv arbeiði er tó eftir (Mynd: Jóanis Albert Nielsen (Mynd: jn.fo)

Søtur sigur hjá Schjønberg og teimum og gott lag í Sørvági - nógv arbeiði er tó eftir (Mynd: Jóanis Albert Nielsen (Mynd: jn.fo)

2025-08-23 19:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltslagið í Vágum er betri enn tað hevur verið í eina tíð. Botngysarin í Sørvági í dag endaði 3-0, og harvið endaði stigaturkurin hjá 07 Vestur.

Hann vardi í átta dystir. 07 Vestur hevur síðani 16. mai staðið í stað á sjey stigum, meðan TB og FC Suðuroy eru farin framvið. Men nú tók liðið hjá Michael Schjønberg eitt fet fram. Tað var eisini í tøkum tíma, tí hevði TB vunnið, hevði tað sæð ógvuliga svart út.

Dysturin var tættari, enn úrslitið sigur, men tað var avgjørt uppiborið, at 07 Vestur vann. Heimaliðið legði seg á odda í 35. minutti, tá Nicolai Møller Dohn setti seinasta fótin á vælspælt álop í vinstru síðu.

Danski miðvallarin var aftur á blettinum í 83. minutti, tá hann í roynd og veru avgjørdi dystin. Gott hornaspark hjá Jóannis á Steig til aftara økið, og har kom Dohn flúgvandi og stútaði bóltin á flottan hátt í málið.

[object Object]
Nicolai Dohn flutti í fjør niður við Skála - danin vil helst sleppa undan einari niðurflyting afturat (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Millum málini var tað ógvuliga inntenst. Eisini rótut, men tó góðar taktir til tíðir - serliga hjá 07 Vestur. TB hevði sínar støður, men tað var ikki so hvast hjá gestunum í dag. Teir skulu reisa seg skjótt eftir hetta, tí trý stig eru upp til FC Suðuroy og 8. plássið.

07 Vestur er nú fýra stig frá. Ein annar dani, Casper Gedsted, staðfesti sigurin seint í dystinum. Søtur sigur hjá Schjønberg og teimum og gott lag á lívligu áskoðarunum. Nógv arbeiði er tó eftir.

Betrideildin 20. umfar
Leygardagin 23. august
07 Vestur - TB 3-0 (1-0)
35' Nicolai Møller Dohn (Mikke Hyllegaard) 1-0
84' Nicolai Møller Dohn (Jóanis á Steig) 2-0
90' Casper Gedsted Hansen 3-0 

Sí meira um dystin her

Sunnudagin 24. august
15.00: 
NSÍ - FC Suðuroy
B36 - B68
KÍ - HB

17.15: Víkingur - EB/Streymur

Støðan: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder