Fótbóltur

07 Vestur vann í dramatiskum dysti á Dungasandi

EB/Streymur kundi avgjørt dystin, men nakrir av nýggju monnunum hjá heimaliðnum gjørdu bart við flottum málum, og tað endaði 4-2..

Kevin Johansen varð tvífaldur málskjútti í Sørvági (Mynd: Sverri Egholm)

Kevin Johansen varð tvífaldur málskjútti í Sørvági (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-02 21:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá fimm minuttir vóru eftir í Sørvági, var 2-2 og tað kendist sum tað kundi koppað báðar vegir. Í roynd og veru sá EB/Streymur út til at hava eitt slag av yvirtakið í løtuni áðrenn - hóast 07 Vestur samanlagt hevði leikliga yvirvág.

So kom ein langur bóltur fram, ið heldur tilvildarliga varð snittaður móti EB/Streyma-málinum. Kevin Egell Johansen sá møguleikan, rann djúpt, tamdi bóltin og hann setti trygt bóltin framvið Jóannesi Davidsen til 3-2. Hetta var seinna málið hjá norska vongbakkinum í dystinum.

[object Object]
Framfýsni og orkuríki vongubakkurin gjørdi veruliga bart og verður her fagnaður. So nyttaði lítið fyri EB/Streym at høgri bakkurin Bergur Poulsen hevði skorað tvør ferðir fyri seg (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Fyri fyrstu ferð síðani 2012 spældi Sonni Ragnar Nattestad aftur fyri 07 Vestur (Mynd: Sverri Egholm)

Kevin hevði javnað í 59. minutti, tá hann møtti einum hornasparki úr vinstru perfekt við høvdinum. Hetta var málið til 2-2. Fimm minuttir áðrenn hevði ungi høgri bakkurin hjá EB/Streymi, Bergur Poulsen, fyri aðru ferð í dystinum prikað ein leysan bólt í málið í samband við hornaspark.

EB/Streymur hevði flott vent dystinum, har 07 Vestur annars hevði verið omaná tað mesta av 1. hálvleiki. Sum seinni hálvleikur leið, lá tað kanska meira til gestirnar eisini, og um miðjan 2. hálvleik kom risa tvífaldur málmøguleiki. Sebastian John hevði tó frálíka duppultbjarging.

Útiliðið misti Filip Djordjevic beint eftir 2-1 málið og fekk einki íktøkiligt burturúr dystinum. Nógv varð blakað fram í samband við fríspark í 89. minutti, men Boubacar Dabo blakaði bóltin burtur, og so fór 07 Vestur avstað. Danski áleyparin Emil Pedersen fekk bóltin til høgru á egnari hálvu, sá at málverjin var langt úti og royndi seg úr eini 55 metrum. Tað eydnaðist við snøggum skoti: Hann fekk hol á málskjótingina við framúr langskoti og tryggjaði endaliga 07 Vestur trý týðandi stig. EB/Streymur hevur hinvegin bert eitt stig fyri tríggjar dystir.

[object Object]
07 Vestur-spælarar stórfegnast eftir serstaka málið hjá Emil Grønn Pedersen (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Heimaáskoðarnir settur aftur sín dám á og kundu fegnast um trý stig afturat (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá dystinum her
[object Object]

dystir.fo

Betrideildin 3. umfar
Í dag, týsdagin 2. apríl
07 Vestur - EB/Streymur 4-2 (1-1)

Sí málskjúttar o.a. omanfyri.

Sí eisini videosamrøður: 
Sonni Ragnar: - Nú snýr tað seg um stig og samanspæl
Bergur Poulsen: Trúgva uppá okkum sjálvar og ikki miðlarnar

Støðan:
1. B36 9 stig
2. Víkingur 9 stig
3. KÍ 6 stig
4. HB 6 stig
5. 07 Vestur 6 stig 
6. NSÍ 3 stig
7. Skála 3 stig
8. EB/Streymur 1 stig 
9. B68 1 stig
10. ÍF 0 stig

Í gjár, 1. apríl

KÍ - NSÍ 3-2 (1-2)
12' Sjálvmál 0-1
19' Petur Knudsen 0-2
28' Páll Andrasson Klettskarð 1-2
62' Páll Andrasson Klettskarð 2-2
66' Árni Frederiksberg 3-2

Sí eisini: 
Føroyameistararnir vendu 0-2 til 3-2
(Video): Páll Klettskarð: - Vit eru á einum góðum staði
(Video): Petur Knudsen: - Vit burdu vunnið hendan dystin
Myndir: KÍ - NSÍ

HB - ÍF 4-0 (1-0)
42' Mohammed Samba
51' Hanus Sørensen
57' Sammy Skytte
62' Áki Samuelsen

Víkingur - B68 2-0 (0-0)
53' Finnur Justinussen 0-1
67' Poul Kallsberg 0-2

(Video): Finnur Justinussen: - Dugi at síggja okkum heilt har uppi
Myndir: Víkingur - B68

Skála - B36 1-4 (0-2)
28' Bjarki Nielsen 0-1
44' Zean Dalügge 0-2
47' Marius Kryger Lindh 0-3
79' Carlos Ferreira 1-3
90 (+7)' Gutti Dahl-Olsen 1-4

Reyð kort: 
Thomas Lillo, B36 (51')
Teitur Poulsen, Skála (90+5')

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder