Tað hevur verið á veg í eina tíð, og í kvøld kom endaliga avgerðin. Vágamenn fóru til Toftir seinnapartin og vistu, at ein javnleikur var nóg mikið til at tryggja sær í minsta lagi 3. plássið og harvið uppflyting.
Tað var málleyst í hálvleikinum á Svangaskarði, men tíggju minuttir inn í 2. hálvleik legði Zoran Vujovic 07 Vestur á odda. Tað gingu tó bert tveir minuttir til toppskjúttin í 1. deild, Andri Benjaminsen, javnaði, og so søkti B68 eftir 2-1 málinum, ið hevði givið toftamonnum ein nýggjan møguleika.
Men stutt fyri leiklok avgjørdi Emil Mikkelsen dystin, og nakrar minuttir seinni var uppflytingin veruleiki.
07 Vestur hevur eins nógv stig sum NSÍ, 51, og hevur nú átta stig niður til B68 á fjórða plássi. Eitt umfar er eftir at leika í 1. deild - tað verður fríggjakvøldið.
07 Vestur flutti niður úr Betrideildini í 2018, sum tað einasta liðið, meðan ÍF fór hinvegin. Í fjør flutti einki lið niður og einki upp. Nú er skipanin eitt sindur broytt, men 07 Vestur hevði eisini flutt upp undir gomlu skipanini. B68 skal spæla upp- og niðurflytingardyst móti nummar níggju í Betrideildini. Tað verður AB ella Skála.
Støðan í 1. deild eftir 26 umfør:
Víkingur 55 stig
NSÍ 51 stig
07 Vestur 48 stig
B68 43 stig
KÍ 35 stig
B36 34 stig
HB 33 stig
B71 32 stig
AB 22 stig
FC Hoyvík 10 stig
Seinasta umfar - fríggjakvøldið
27
|
06-11-2020
|
|
-
|
|
||
27
|
06-11-2020
|
|
-
|
|
||
27
|
06-11-2020
|
|
-
|
|
||
27
|
06-11-2020
|
|
-
|
|
||
27
|
06-11-2020
|
|
-
|
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald