Tað er stórur spenningur í oddastríðnum í næstbestu mansdeildini. Nú endaspurturin fer í gongd, kappast fýra lið um uppflyting, og nú bendir meira á, at tvey lið flyta beinleiðis upp, tó at næstbestu liðini hjá Víkingi og B36 framvegis eru í topp-trý.
Bert fýra stig eru millum tað fremsta av teimum fýra kappingarneytunum um uppflyting, FC Suðuroy, og tað aftasta, AB. Munurin kann minka í dag, tá AB spælir móti FC Hoyvík. Júst FC Hoyvík er tað fimta felagið, sum hevur sítt besta lið í næstbestu deildini. Í løtuni bendir nógv á, at hoyvíkingar flyta niður í 2. deild saman við HB.
Allir dystir hjá FC Suðuroy, B71, TB og AB hava nú stóran týdning, og í gjár vóru tvey stór úrslit.
B71 vann á FC Suðuroy og lyfti seg heilt upp ímóti 3. plássinum, sum kann geva beinleiðis uppflyting. Brasliumaðurin Eduardo Coimbra skoraði einasta málið á Sandi - tað kom tá beint yvir ein tími varð spældur. Ein smeitur fyri FC Suðuroy, sum annars í løtuni er einasta liðið, ið liggur til beinleiðis uppflyting.
B71 og AB stríðast framvegis um uppflyting (Savnsmynd: Olena Goffe)
TB hevur verið nakað aftanfyri grannarnar, men aldursforsetin vann annan lyklasigurin á rað í gjár. Í síðstu viku var tað á Argjum, og í gjár var tað á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá NSÍ. Ganabúgvin Samudeen Musah og 16-ára gamli hvalbingurin Eyðtór Joensen skoraðu í 2-1 sigrinum.
Tað kom eisini væl við hjá "teimum fýra", at B36 tapti fyri KÍ fríggjakvøldið. Næstbesta liðið hjá B36 var leingi á odda í 1. deild, men luftin er farin eitt sindur úr av ymiskum orsøkum. Í løtuni er B36 á 3. plássi, men bert málúrtøka skilir B36 og B71, sum er á 4. plássi. TB er tvey stig frá.
Tvey lið flyta beinleiðis upp úr 1. deild, um tvey enda í topp-trý. Í løtuni er Víkingur oddalið við 39 stigum. Teir úr Eysturkommunu kunnu sjálvandi ikki flyta upp. FC Suðuroy er á 2. plássi - eisini við 39 stigum,
AB andar, eins og TB og B71, trý tey ovastu í nakkan. Í dag kunnu argjamenn yvirhála B36. Hetta við heimasigri á FC Hoyvík. Tað er tó vert at leggja merki til, at eftir dystirnar í dag fara B36 og FC Suðuroy at hava ein dyst færri enn øll eftir - í Vági 12. oktober. Hetta er ein útsettur dystur.
1. deild hjá monnum, 23. umfar
Í gjár, leygardagin 21. september
TB - NSÍ 2-1 (1-0)
7' Samudeen Musah 1-0
58' Eyðtór Joensen 2-0
66' Kári Hansen 2-1
B71 - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
62' Eduardo Coimbra 1-0
Fríggjadagin 20. september
B36 - KÍ 0-2 (0-1)
36' Kristoffur Jakobsen, br. 0-1
48' Joseph Williams 0-2
Í dag, sunnudagin 22.09
15.00
Víkingur - HB
AB - FC Hoyvík
Støðan:
1. Víkingur 39 stig
2. FC Suðuroy 39 stig
3. B36 37 stig
--------------
4. B71 37 stig *
5. TB 35 stig *
6. AB 34 stig
7. NSÍ 28 stig *
8. KÍ 24 stig *
--------------
9. FC Hoyvík 17 stig
10. HB 12 stig
*Ein dyst fleiri
Í løtuni liggur bert eitt lið til beinleiðis uppflyting. Um tað endar so, verður upp- og niðurflytingardystur millum tað hægsta liðið uttanfyri topp-trý og nummar 9 í Betrideildini.
Um tvey av feløgunum, sum hava sínu bestu lið í næstbestu deildini enda í topp-trý, flyta tey beinleiðis upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald