Fótbóltur

1. deild byrjar aftur á ólavsøku

AB og B71 bresta saman á Tórsvølli ólavsøkuaftan klokkan 19. Hetta eru tvey lið, ið bjóða av um uppflyting.

Í 2021 spældu B71 og AB beinleiðis dyst um uppflyting í síðsta umfari. Hann vann AB (Savnsmynd: Olena Goffe)

Í 2021 spældu B71 og AB beinleiðis dyst um uppflyting í síðsta umfari. Hann vann AB (Savnsmynd: Olena Goffe)

2024-07-25 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summarsteðgurin í bæði Betrideildini hjá monnum og 1. deild hjá monnum er av á ólavsøku.

Sum vit skrivaðu um í gjár, spæla NSÍ og B68 grannabrak á Tórsvølli ólavsøkudag, mánadagin 29. juli, klokkan 17. 

Dagin fyri fer næstbesta deildin hjá monnum í gongd aftur - á sama staði. B71 og AB skuldu upprunaliga spæla á Sandi 3. august, men partarnir avráddu at spæla á Tórsvølli á ólavsøku.

Annars hevur AB so at siga altíð heimadyst 27. juli. Í ár stóðu argjamenn til at hava útivøll stutt eftir ólavsøku.

Dysturin hevur stóran týdning fyri liðini, sum bæði jagstra uppflytingarpláss. Í løtuni liggur FC Suðuroy til uppflyting, meðan næstbestu liðini hjá B36 og Víkingi eru í topp-trý.

Harvið stendur tað til at vera ein beinleiðis uppflytari, nú ellivu umfør eru eftir. Í so fall skal liðið á 4. plássi, sum í løtuni er AB, spæla upp-og niðurflytingardyst móti tí næstniðasta liðnum í Betrideildini. B71 er fimm stig aftanfyri AB og hevur ein dyst færri.

1. deild - støðan eftir 16. umfør: 
1. B36 30 stig
2. FC Suðuroy 30 stig
3. Víkingur 29 stig
-------------------
4. AB 26 stig
5. TB 25 stig
6. B71 21 stig *
7. NSÍ 21 stig
8. KÍ 15 stig *
------------
9. FC Hoyvík 9 stig
10. HB 9 stig

* Ein dyst færri

Sunnudagin 28. juli á Tórsvølli
19.00: B71 - AB


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder