Fótbóltur

Eysturoyarbrak á Tórsvølli ólavsøkudag

B68 bjóðaði av, og NSÍ tók av. Grannarnir seta gongd á seinnu hálvu av Betrideildini mánadagin fyri helst heilt stórari áskoðarafjøld.

NSÍ og B68 bresta saman mánadagin - ólavsøkudag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

NSÍ og B68 bresta saman mánadagin - ólavsøkudag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-24 11:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eingin ólavsøku uttan fótbólt. Hetta er í øllum førum tankin hjá nógvum. 

Fleiri av seinastu árunum hevur eingin landskappingardystur verið ólavsøkudag, 29.09, vegna evropeiska luttøku hjá B36 og HB ella hjá ætlaðu mótsstøðuliðunum.

Í 2022 var hvørki dystur ólavsøkuaftan ella ólavsøkudag, tó at AB spældi á Argjum 27.07 sum vanligt. Nú er AB í 1. deild og spælir ólavsøkudyst ólavsøkuaftan (28.07) klokkan 19 á Tórsvølli móti B71.

Samstundis spæla B36 og HB legendudyst á Ovara Vølli, men tann heilt stóri dysturin á ólavsøku verður tann fyrsti eftir summarsteðgin í Betrideildini hjá monnum.

Í fjør skipaði TB, í samstarvi við ÍF, fyri landskappingardysti á Tórsvølli. Hetta var væleydnað, í mun til áhuga og tað fíggjarliga.

[object Object]
ÍF vann 2-1 á TB ólavsøkudag í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Nú hevur B68 tikið táttin upp og sagt ein heimadyst frá sær fyri at fáa ein ólavsøkudyst. Hann verður móti grannunum NSÍ, sum tóku av inn- og avbjóðingini frá teimum hinumegin Golan heyggjarnar.

Betrideildardysturin verður spældur á Tórsvølli ólavsøkudag, mánadagin 29. juli, klokkan 17. 

Keldur: FaroeSoccer, FSF og B36

Rættað: 14.01

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder