1. umfar í 1. deild hjá monnum var á skránni í gjár. Øll tíggju liðini - fýra lið sum hava møguleika at flyta upp og seks næstubestu lið - vóru í eldinum.
Mest óvæntaða úrslitið kom í síðsta dystinum. Næstbesta liðið hjá B68 vitjaði við Løkin. Hetta var við 35-ára gamla Tórði Thomsen, ið er skiftur frá grannunum, í málinum, øðrum royndum spælarum sum Óla Olsen, Jóhan Dávuri Højgaard, Ova Brim, fleiri yngri spælarum og blaðunga venjaranum Jákupi Reinert Højgaard á odda.
NSÍ hevur fingið Steffan Løkin og Andra Benjaminsen úr B68, men hvørki teir ella nakar annar í gulum megnaði at fáa hol á fyri heimaliðið. Tað var ein smeitur at liðformaðurin Betuel Hansen noyddist út eftir bert eitt korter, og eisini at ein ananr miðvallari - Beinir Nolsøe - fekk beinleiðis reytt kort eftir ein tíma fyti harða takkling.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2012 at næstbesta liðið hjá B68 er í 1. deild, og fyrstu ferð síðani 1996 at besta liðið hjá NSÍ er har.
Beinir Nolsøe varð útvístur...(Mynd: Sverri Egholm)
...og Bagge og hansara menn fingu ikki eina góða byrjan í 1. deild
Hin niðurflytarin úr Runavíkar kommunu fekk eina munandi betri byrjan. Skála vitjaði á Sandi, og hóast B71 hevur mist millum annað Jonas Warner og Áka Hentze og er onkrar spælarar fyriuttan, so kundi hetta verða ein trupul uppgáva hjá teimum appelsinlittu. Teir skoraðu tíðiliga og seitnt í dystinum - tað vóru strandingarnir Karl Martin Johansen og Dávid Johansen, sum tryggjaðu liðnum hjá Paula Poulsen ein 2-0 sigur. Hetta staðfestir longu eitt sindur, at Skála er í góðari støðu, hvat uppflyting viðvíkur.
FC Hoyvík vísti góðan moral í Klaksvík, har liðið hjá Jens Martini Knudsen var aftanfyri 1-0, 2-1 og 3-2, men kortini var á veg at fáa javnleik. Eftir at Petur Frank Holm javnaði til 3-3, gingu tó bert tríggir minuttir til John Hermann Fuglø úr Norðdepli skoraði fyri aðru ferð í dystinum, og harvið vórðu tey trý stigini verandi í Klaksvík.
Í Gundadali vóru tveir dystir. Fyrst vann Víkingur greitt 4-0 á HB, Sigurin hjá teimum í ljósabláum kundi verið væl størri, tí útiliðið spældi væl, og Bjarti Vitalis Mørk í HB-málinum hevði fleiri stórbjargingar. Seinni basti B36 uppflytarunum úr EB/Streymi 3-1.
1. deild, 1. umfar
Leygardagin 4. mars
B68 II - NSÍ 0-0
B71 – Skála 0-2 (0-1)
7' Karl Martin Johansen 0-1
90' Dávid Johansen 0-2
KÍ II – FC Hoyvík 4-3 (2-2)
8' Silas Gaard 1-0
29' Martin Dam 1-1
44' 2-1 John Hermann Fuglø
45' 2-2 Fróði Rasmussen
77' 3-2 Kristian Svabo Eliasen
80' 3-3 Petur Frank Holm
83' 4-3 John Hermann Fuglø
HB II – Víkingur II 0-4 (0-2)
2' Tonni Thomsen 0-1
9' Signar á Brúnni 0-2
76' Óla Kristian Jacobsen 0-3
90' Rúnar Skylv Stølen 0-4
B36 II – EB/Streymur 3-1 (1-1)
26' Sámal Jákup Jacobsen 1-0
37' Gutti Jóhansson 1-1
72' Sjálvmál 2-1
79' Eliesar Johannesen 3-1
Tøl: dystir.fo - yvirlit við liðupostillingum og fleiri smálutum sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald