Fótbóltur

10 mál í 1. umfari

Hetta er triðlægsta talið seinastu tíggju árini og næstan fýra mál færri enn miðaltalið síðani 2011.

Adrian Rúnason Justinussen skoraði einsamalla málið í Gundadali leygardagin - tað var við beinleiðis frísparki (Mynd: Jens Kr. Vang)

Adrian Rúnason Justinussen skoraði einsamalla málið í Gundadali leygardagin - tað var við beinleiðis frísparki (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-05-11 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

1. umfar í Betrideildini hjá monnum varð leikt leygardagin - meira enn eitt hálvt ár eftir 27. umfar í fjør. 

Tað var merkt av, at tað er sera langt síðani, at kappingardystir eru leiktir, og at liðini ikki vandu við fullari ferð í longri tíð og ikki spældu venjingardystir í áleið átta vikur. 

[object Object]
Einki mál kom í dystinum á Argjum

Betrideildin hevur fleiri mál í miðal pr. dyst enn hinar deildirnar í Norðurlondum, men norsku og føroysku sjónvarpshyggjararnir fingu ikki eina rúgvu av málum og toppundirhald leygardagin - hóast góðska sást til tíðir.

Tað komu í miðal tvey mál fyri hvønn dyst. Flest mál komu í Runavík - fýra. Á Skála komu trý og har skoraðu bæði liðini eisini. Uros Stojanov, nýggi serbiski áleyparin hjá ÍF, gjørdist einasti tvífaldi málskjúttin í 1. umfari.

Les eisini: Fantastiskt at sleppa í gongd aftur - uppaftur betri tá vit eisini vunnu dystin (Jan Ellingsgaard, ÍF)
- Nú er málið at royna at fáa so nógvar dystir og minuttir sum gjørligt í Betrideildini
 (Aron Knudsen, NSÍ)

Um hugt verður eftir seinastu tíggju árunum, so er tað ikki vanligt, at tað eru málleysir dystir í 1. umfari. Tað endaði 0-0 millum AB og Víking leygarkvøldið. Í 2017 og 2019 endaði tað málleyst í Klaksvík í 1. umfari, tá ávíkavist Skála og HB vitjaðu. Hetta eru eisini árini, sum hava havt tey lægstu tølini av málum í 1. umfari seinastu tíggju árini. Umfarið leygardagin var ikki nógv málríkari.


Mál í 1. umfari seinastu tíggju árini: 


2020: 
10 mál

2019: 
8 mál

2018: 
15 mál

2017: 
9 mál 

2016: 
16 mál

2015: 
19 mál

2014:
11 mál

2013: 
15 mál

2012: 
12 mál

2011: 
22 mál

Samanlagt: 137
Miðaltal: 13,7

Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder