Fótbóltur

10. umfar byrjar við dysti á Sundalagsstevnu

EB/Streymur og B36 seta í annaðkvøld hol á næsta triðingin av Betrideildini.

EB/Streymur var sunnudagin bert fáar minuttir frá at fáa stig á heimavølli móti Vìkingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

EB/Streymur var sunnudagin bert fáar minuttir frá at fáa stig á heimavølli móti Vìkingi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-06-25 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein triðingur av Betrideildini er nú leiktur, og ikki óvæntað er stórur spenningur í báðum endum av stigatalvuni.

Í annaðkvøld hittast tvey lið, ið stríðast fyri hvør sínum. B36 er favorittur og kann við sigri á EB/Streymi koma undir liðuna á HB, ið hevur odddasessin. EB/Streymur skal royna at fáa stig fyri at koma longur frá niðurflytingarstrikuni.

Tá liðini hittust í 7. umfari, fyri bert 13 døgum síðani, vann B36 4-1 í Gundadali.

Um vikuskiftið er Sundalagsstevna í Hósvík. 

10. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 26.06
(19.00): EB/Streymur - B36

Sunnudagin 28.08
(15.00): ÍF - TB
              Skála - HB
              Víkingur - KÍ

(17.15): AB - NSÍ

Støðan: 
1. HB (22 stig) 
2. NSÍ (20 stig) 
3. KÍ (20 stig)
4. B36 (19 stig) 
5. Víkingur (14 stig) 
6. ÍF (13 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder