105 føroysk ítróttafólk verða við, tá komandi oyggjaleikir verða hildnir í Gibraltar í døgunum frá 6. til 12. juli.
Føroysku ítróttafólkini fara at luttaka í tíggju ítróttagreinum: Frælsum ítrótti, badminton, kurvabólti, súkkling, judo, skjóting, svimjing, borðtennis, tennis og triathlon.
Endaligu hóparnir í ymsu ítróttagreinunum verða úttiknir fyrst í mai mánaða, skrivar ÍSF í tíðindaskrivi.
Ítróttagreinirnar flogbóltur, bogaskjóting, fimleikur og golf verða ikki partur av oyggjaleikunum hesaferð. Føroyar hava verið umboðaðar í hesum greinum seinastu árini, og vunnið hópin av heiðursmerkjum í serliga fimleiki og bogaskjóting. Hinvegin sleppa føroyskir judokemparar at royna seg aftur í oyggjaleikahøpi eftir at henda ítróttagreinin ikki hevur verið umboðað nakrar ferðir.
Føroyska ferðalagið fer við Atlantic Airways úr Føroyum 3. juli og verður heima aftur aftur tann 13. juli.
Oyggjaleikirnir í Gibraltar verða teir 18. í røðini síðani fyrstu oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Manoy í 1985. Gibraltar var eisini vertur í 1995. Føroyar hava bert einaferð verið vertir fyri oyggjaleikunum – tað var í 1989.
Kappast verður í 14 ítróttagreinum á Gibraltar-leikunum. Ítróttagreinirnar uttan føroyska luttøku eru: Strandaflogbóltur, sigling, squash og bovling (’ten pin bowling’)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald