Fótbóltur

125 ár síðani búmerkið hjá TB varð umrøtt á fyrsta sinni

Tann 25. februar varð búmerkið umrøtt á fundi í TB.

Mynd: Tvøroyrar kommuna

Mynd: Tvøroyrar kommuna

2019-02-27 15:29 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Á Tvøroyrar Skjalasavni legst afturat við tilfari hvønn einasta dag og týdningurin av at fáa býarsøguna savnaða á einum stað, eigur ikki at vera undirmettur.

Soleiðis byrjar Tvøroyrar kommuna skrivið, har fortalt verður um forvitnusligu fundrfrágønina, sum savnsvørðarnir á Tvøroyrar Skjalasavni hava funnið

- Vit fingu herfyri hesa síðuna sendandi, ið Kári og Jens Pauli, savnsvørðar, høvdu funnið fram. Í elligomlu TB-gerðabókini, høvdu teir funnið fram til fundarfrásøgn, ið á fyrsta sinni umrøður búmerkið hjá Tvøroyrar Bóltfelag.

Í frágreiðingini, dagfest fyri júst 125 árum síðan, hin 25 februar 1894, stendur: “..”blev besluttet at anskaffe et foreningsmærke i form af et skjold mærket T.B. der ejes af boldklubben..”. Búmerkið bleiv so tað, ið vit øll kenna í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder