Aftur í ár fer ungdómslandsliðið hjá Róðrarsamband Føroya til Danmarkar at umboða Føroyar í kappingini.
DM í inniróðri verður aftur í ár róð í Gladsaxe, hesa ferð – 24. januar 2026. Á skránni eru bæði sprint og teinarógving, har yngru bólkarnir kappast á 2–4 minuttir, meðan eldru íðkararnir skulu royna seg á klassiska 2000 metra teininum.
Í hesum sambandi hevur landsliðsvenjarin, Tobias Skaalum Kempf, úttikið 13 íðkarar úr feløgum kring alt landið.
– Vit hava tikið út ein sterkan og fjølbroyttan hóp við ungum íðkarum, sum hava víst bæði arbeiðsvilja og framgongd í venjingunum. Fleiri av teimum eru við fyri fyrstu ferð, og fyri onnur er hetta eitt náttúrligt næsta stig í menningini. DM er ein fantastiskur pallur hjá teimum at fáa royndir, læra at kappast undir trýsti og kenna, hvat tað merkir at vera partur av einum landsliði, sigur landsliðsvenjarin Tobias Skaalum Kempf sambært heimasíðuni hjá Róðrarsambandi Føroya.
Til DM hava hesi fingi landsliðsboð:
- U11 dreingir – Rókur Kruse, Eiðis Róðrarfelag
- U12 dreingir – Ravnur Restorf, Norðdepils-Hvannasunds Róðrarfelag
- U12 gentur – Jóhanna Karstinsdóttir, Eiðis Róðrarfelag
- U13 dreingir – William Holm Kilgour, Vágs Kappróðrarfelag
- U14 gentur – Amanda Santos Davidsen, Argja Róðrarfelag
- U15 dreingir – Rókur Strøm, Argja Róðrarfelag
- U15 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag
- U15 dreingir – Yngvi Beder Grástein, Vágs Kappróðrarfelag
- U15 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag
- U15 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag
- U15 gentur – Anna Drós Sommer, Eiðis Róðrarfelag
- U17 gentur – Vár í Húsunum, KÍF Kappróður
- U19 dreingir – Pauli Joensen, Kappróðrarfelagið Tindur
Við í ferðalagnum verða Annika V. Dalsgarð, umboð fyri RSF, og Annika Jacobsen, liðleiðari, sum saman við venjaranum skulu tryggja góðar karmar um kappingardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald