Róðrargrunnur Føroya boðar nú frá, at kappróðrarfeløg hava til 25. apríl, flaggdagin, at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.
Grunnurin varð endurreistur í 2018, og fekk í fjør játtað 100.000 krónur á fíggjarlógini. 90.000 krónur eru útgoldnar sum stuðulsupphædd til trý ymisk feløg - 30.000 til hvørt. Í fyrsty syftu vórðu fýra umsøknir gingnar á møti, men eitt felag kundi ikki fyri 31. mars í ár váttað, at kjølurin var strektur.
Tær 30.000 kr sum ikki vórðu útgoldnar, verða fluttar til í ár, og tað verða 20.000 krónur sum framvegis eru eftir frá 2018 eisini. Saman við teimum 100.000 krónunum, sum løgtingið hevur játtað til kappróðrarbátasmíð, so eru í ár tilsamans 130.000 kr. at søkja um.
Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er 25. apríl í 2020. Treytin fyri at fáa stuðulin er, at kjølurin er strektur 31. mars 2021. Róðrargrunnurin boðar eisini frá, at umsóknir skulu vera í mesta lagi ein A4-síða til longdar. Í umsóknini skulu vera kostnaðarætlan, tíðarætlan og upplýsing um, hvør skal smíða bátin. Umsóknirnar verða viðgjørdar í mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald