Oyggjaleikir 2023

14 ára gamli Líggjas Joensen skal bera vatnið

Tað er siðvenja í føroyska oyggjaleikahópinum, at tað er yngsti íðkari, ið umboðar Føroyar í serliga vatnsiðahaldinum tá leikirnir verða settir - aftur í ár er tað ein av svimjarunum.

2023-07-08 13:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í kvøld verða 19. oyggjaleikirnir settir á ermasundsoynni Guernsey.

Mest sermerkti parturin av setanarhátíðarhaldinum er vanliga fasti tátturin, tá ein íðkari frá hvørjari limaoyggj letur vatn heimanífrá í eitt felags kar. Vatn – sjógvur – er tað, ið bindir oyggjarnar í hesum samstarvi saman, og tí hevur tað verið siður, at oyggjarnar hava eitt ílat við vatni við sær.

Í Føroyum hevur verið siðvenja, at tað er yngsta ítróttafólkið, ið ber vatnið.

Til hesar leikirnir er 14 ára gamli svimjarin, Líggjas Joensen, yngsta ítróttarfólkið, umboðandi Føroyar, og tí fær hann heiðurin at bera vatnið til oyggjaleikasetanina. Føroyskur flaggberi verður borðtennisleikarin og -venjarin, Peter Niclasen.

Oyggjaleikirnir á Guernsey verða settir í kvøld kl. 18:30 á havnalagnum í St Peter Port. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder