Fótbóltur

15 greinar skrivaðar um hjálparvenjaran hjá HB - hetta er uppblást

Hetta er eitt sindur uppblást. Tað er eingin í hópinum, sum er ónøgdur við høvuðsvenjaran, staðfestir HB-liðformaðurin Teitur Matras Gestsson. Eftir sigurin á B36 setti hann orð á órógvið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-04-03 22:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku kom tað fram, at hjálparvenjarin hjá HB, Jákup Martin Joensen, hevði sagt upp. Samstarvstrupulleikar vóru, og eisini var 1. deildarvenjarin Hegga Samuelsen farin frá.

Miðlar sum Norðlýsið komu vit metingum um, hvørs starvið hjá Dalibor Savic var í vanda. Formaðurin Ransin N. Djurhuus segði tó við miðlin hósdagin, at felagið hevur álit á høvuðsvenjaran. Tó var sjóneykan á svian og HB sum heild í kvøld.

Eftir 2-0 sigurin á B36 vísti millum annað Teitur Matras Gestsson týðliga sterkar kenslur og hálvsfevndist við høvuðsvenjaran eina løtu á vøllinum, har teir báðir eisini tosaðu eina løtu. Síðani staðfesti hann fyri Portalinum, at eingin ónøgd er við "Dali" í hópinum.

[object Object]Ein ovurfegin Dalibor Savic aftaná 2-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

Royndi málverjin hjá HB greiddi frá, at hann helt støðuna vera uppblásta. Teitur staðfesti, at tað var keðiligt at missa Jákup Martin Joensen, men at meira ikki er í hesum. Hoyr orðini hjá 30-ára gamla liðformanninum omanfyri. Sí alla samrøðuna við Teit Gestsson, har hann eisini setur meira orð á sjálvan dystin, her 

[object Object]Teitur Matras Gestsson í grannauppgerðini í kvøld. Hann helt málið reint og setti eftir dystin orð á "spentu støðuna" (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder