Einstaklingaavrik við góðum driblitúrum og detaljum, flott fríspørk og langskot í opnum spæli eru millum tey 15 málini, ið Televarpið hevur tilnevnt sum ársins mál í Betrideildini í fjør.
Tað er mest um føroyskar spælarar - millum annað eru fýra mál við hjá toppskjúttanum Heidi Sevdal, har vísir síni kynstur - men har er eisini góðska og samba úr Brasil.
Sí listan niðanfyri og tey 15 málini samansett í videobroti ovast í greinini
Mál 1: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 2: Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Mál 3: Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Mál 4: Evelin da Silva Mastropasqua, 07 Vestur
Mál 5: Sarita Petersen, EBS/Skála
Mál 6: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 7: Durita Hummeland, KÍ
Mál 8: Jensa Kannuberg Tórólvsdóttir, Víkingur
Mál 9: Livyan Borges, B36
Mál 10: Carol Assis Silva, 07 Vestur
Mál 11: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 12: Heidi Sevdal, NSÍ
Mál 13: Durita Hummeland, KÍ
Mál 14: Rebekka Benbakoura, HB
Mál 15: Malena Olsen, KÍ
Til ber at at atkvøða fyri ársins máli 2022 í Betrideildini hjá kvinnum fram til klokkan 12 í morgin, 20. januar. Hetta skal gerast á Sona appini, boðar Televarpið frá.
Kelda: Televarpið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald