15. umfar í Betrideildini hjá monnum er á skránni um vikuskiftið. Talan er um seinasta umfar undan summarsteðginum.
Skýggjamynd: FSF
Sum sæst á yvirlitinum hjá Fótbóltssambandinum verða tríggir dystir spældir í morgin, leygardag. Hinir báðir eru á skránni sunnudagin.
Lagt verður út við dysti í Fløtugerði, ið verður liðugur beint áðrenn kappróðurin á Varmakeldu. ÍF hevur tapt átta dystir á rað og skal royna at venda hesum nú áðrenn summarsteðgin. Tá B36 var á skránni seinast var tó talan um stórtap. Um væl vil til, kann B36 yvirhála HB og/ella nærkast KÍ hetta vikuskiftið.
Annan leygardagin á rað spælir TB lykladyst við Stóra. Tað eydnaðist at vinna á AB og eisini yvirhála B68. Nú hevur TB møguleika at leggja sjógv millum seg, B68 og niðurflytingarstrikuna. Liðið hjá Jákupi á Borg kemur yvir Suðruoyarfjørð við góðum steypasigri í skjáttuni - í seinastuni hevur tó gingið heilt illa í Betrideildini. TB er nú aftur uttan Gilla Rólantsson Sørensen, sum skal spæla í Superliguni skjótt.
Á Argjum skal AB vinna sær stig. Tapið í Trongisvági leygardagin var dýrt. 07 Vestur stendur seg ógvuliga væl fyri tíðina: Vann á HB síðst, hevur ikki tapt í fimm dystum samanlagt og er bert tvey stig frá 4. plássinum. Hesin dysturin er eisini sermerktur við tí, at talan er um síðsta dyst á hægsta stigi hjá dómaranum Peturi Reinert, umframt Regni Egholm, hjálpardómara. Teir hava verið við leingi.
Petur Reinert dømir sín seinasta dyst í Betrideildini á Argjum (Mynd: Sverri Egholm)
Sunnudagin er klassikari í Klaksvík. HB hevur ætlanir um at taka FM frá KÍ, men sum nú er, eru tíggju stig á muni. KÍ hevur vunnið allar sínar 15 dystir í ár og hevur ikki tapt í deildini, síðani HB vann á Tórsvølli í triðseinasta umfari í 2021. HB tapti fyri 07 Vestur seinasta vikuskiftið og hevur av álvara knívin á barkanum til stórdystin við Djúpumýru.
EB/Streymur tapti 0-3 fyri B68 í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini mikukvøldið. Nú skal liðið hjá Sigfríði Clementsen aftur hugsavna seg um Betrideildina, og Víkingur vitjar sunnudag. Víkingur er í stríð um 4. plássi við 07 Vestur og er heldur kroyst til at vinna. Síðsta vikuskifti vunnu steypavinnararnir 5-0 á ÍF í Sarpugerði.
Støðan undan 15. umfari:
1. KÍ 45 stig *
2. HB 35 stig *
3. B36 33 stig *
4. Víkingur 24 stig *
5. 07 Vestur 22 stig
6. EB/Streymur 13 stig
7. TB 12 stig
8. B68 11 stig
9. ÍF 9 stig
10. AB 4 stig
* Ein dyst fleiri
Fótbóltur
15. umfar: Tríggir dystir í morgin og tveir sunnudagin
Varmakeldudystur, botnbrak og seinasti dystur hjá Peturi Reinert í morgin. Sunnudagin er stórdystur í Klaksvík, har HB vitjar. EB/Streymur og Víkingur hittast.
HB og KÍ skulu stríðast um virðismikil stig í Klaksvík sunnudagin (Mynd: Jens Kr. Vang)
2023-06-30 19:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald