Fótbóltur

150 børn á fótbóltsskúla í Havn

Veðrið og umstøðurnar vóru av teimum allar bestu, tá FSF og HB um vikuskiftið skipaðu fyri fótbóltsskúla í Havn.

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)

2024-06-30 14:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur annar av fýra fótbóltsskúlum hjá Fótbóltssambandi Føroya verið í Havn.

Hesa ferð var tað HB, sum skipaði fyri. 150 børn í aldrunum sjey til 13 ár luttóku, og sum heild gekk alt upp á stás, skrivar FSF.

Børnini høvdu tveir góðar og læruríkar dagar á Ovara vølli og á Niðara vølli í Gundadali. Fríggjadagin var dentur lagdur á tekniska og taktiska venjing, meðan leygardagurin bleiv brúktur til spæl og dystir.

Síðst í juli og fyrst í august eru fótbóltsskúlar aftur á skránni, sum verða á Svangaskarði á Toftum og í Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder