FC Barcelona vann í gjárkvøldið 5-2 á Valencia. 16 ára gamli Ansu Fati vísti góð evnir, við málið og uppleggi í undirhaldandi dysti, har Luis Suarez eisini skeyt tvey mál.
FC Barcelona, ið framvegis er uttan skadda Lionel Messi, hevði undan dystinum í gjárkvøldið fingið eina heldur keðiliga byrjan uppá kappingarárið, við bert 4 stigum eftir fýra dystir.
Í gjárkvøldið var Valencia á vitjan á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona. Dysturin byrjaði væl fyri heimaliðið, ið kom á odda longu eftir tveir minuttir, við málið frá bert 16 ára gamla Ansu Fati, ið spældi frá byrjan fyri fyrstu ferð fyri besta liðið hjá Barcelona. Bert 5 minuttir seinni vísti Fati aftur góðar dygdir, tá hann við flottum uppleggið legði upp til Frenkie De Jong, ið skoraði til 2-0. Valencia minkaði um munin miðskeiðis í fyrra hálvleik til 2-1, við málið frá Kevin Gameiro, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Stutt inn í seinna hálvleik legði Gerard Pique vertirnar á odda 3-1. Tá ein tími varð spældur, var dagsins heilt stóra upplivilsi Ansu Fati avloystir av Luis Suarez, ið eisini hevur verið darvaður av skaða. Suraez skuldi bert brúka ein minutt á vøllinum, áðrenn hann skoraði til 4-1 og seinni skoraði hann eisini til 5-1. Í yvirtíðini minkaði Valencia um munin til endaliga úrsliti 5-2, við málið frá Maxi Gomez.
Barcelona liggur eftir sigurin á fjórða plássi við 7 stigum aftanfyri, Athletic Bilbao, Real Madrid og Atletico Madrid á ávikavist, triðja, øðrum og fyrsta plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald