Annað

16 ára gomul nærkast FM

Tvær FM kappingar vóru avgjørdar í Marknagili leygardagin, og í Tvíspor l flokki nærkast 16 ára gamla Ása Bárðardóttir FM.

Ása Bárðardóttir og Silfá hava nú eina greiða leiðslu í Tvíspor l flokki (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Ása Bárðardóttir og Silfá hava nú eina greiða leiðslu í Tvíspor l flokki (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2023-08-14 07:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tvær FM kappingar eru nú avgjørdar, hóast ein kapping er eftir. Tað eru systrarnar Ranja og Yrsa H. Djurhuus sum vunnu ávíkavíst Tvíspor ung og Trav í Marknagili leygardagin. Ranja H. Djurhuus á hestinum Sirkill, sum hevur heimstað í Nólsoy, og Yrsa H. Djurhuus á Gretti av Argjum, skrivar Føroya Ríðingarfelag í tíðindaskrivi.

Í Tvíspor l flokki er líkt til at vit nú hava ein greiðan favorit. Tað er ryssan Silfá við ungu reiðkvinnuni Ása Bárðardóttir á baki. Tær vunnið hesaferð og av tí at teir nærmastu kappingarneytarnir endaði aftarliga á degnum, er stigamunurin nú so stórur, at tað skal ganga illa, um Silfá og Ása Bárðardóttir ikki vinna FM um tvær vikur.

Grani og Hallur Hansen gjørdist nummar tvey á degnum. Tað er bert aðru ferð, at Grani er við til kapping, so hetta var eitt flott úrslit hjá teimum báðum, skrivar Ríðingarfelagið.

Nummar trý gjørdist føroyameistarin frá í fjør, Svanna við Barbaru Carlsen á baki. Aftaná eitt heldur misjavnt kappingarár hjá Svannu og Barbaru Carlsen, var tað gott at síggja, at tær báðar, enn kunna bjóða hinum av.

Tøltkappingina vann Tango við Halli Hansen, teir liggja nú javnir við stigum við Strák og Bárð Johannessen, ið gjørdist nummar tvey á degnum. Skeiðkappingina vann sami Bárður Johannessen – hesa ferð á Syrpu. Tey liggja væl fyri at vinna FM í Skeið.

Travkappingina vann unga Lív Gregersen á hestinum Dropa úr Gøtu. Nummar tvey var Elisabeth Niclasen á Prinsessu og nummar trý FM vinnarin Yrsa H. Djurhuus og Grettir.

Tvíspor ung vann FM vinnarin Sirkill og Ranja H. Djurhuus. Nummar tvey var Spirit við Hanus Patursson á baki og nummar trý var Stormur og Yrsa H. Djurhuus.

Tvíspor ll flokk vann Kambur úr Syðradali, og bóndin Sigtór Lútzen var reiðmaður. Nummar tvey var Tindur við Hans Paula Poulsen, og nummar trý Tobbi og Rebecka Jørgensen

Øll úrslitini frá kappingini í Marknagili síggjast her. Seinasta kappingin verður vesturi í Vágum 26. august, skrivar Ríðisamband Føroya.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder