Fótbóltur

17-ára gamal klaksvíkingur gjørdi bart fyri Skála á Svangaskarði

B68 og Skála hittust til fyrsta venjingardystin undan 2020 kappingarárinum í gjárkvøldið. Gulak Jacobsen kom inn og skoraði bæði málini fyri Skála í 2-1 sigrinum. Her ber til at síggja yvirlit yvir leikararnar, ið vóru á vøllinum í gjár.

Niels Pauli Danielsen heldur fram á Skála og var í gjárkvøldið liðformaður. Hann átti bæði uppleggini til hin klaksvíkingin, ið var á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Niels Pauli Danielsen heldur fram á Skála og var í gjárkvøldið liðformaður. Hann átti bæði uppleggini til hin klaksvíkingin, ið var á liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-18 08:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrireikingarnar til kappingarárið 2020 eru fult í gongd kring landið, og í gjárkvøldið hittust tvey eysturoyarfeløg, ið hava vant nógv seinasta mánaðin. 

Tað vóru so at siga bert lokalir leikarar, sum vóru á vøllinum fyri liðini í gjár, og nógvir ungir leikarar sluppu at royna seg á báðum liðunum.

Tað vóru klaksvíkingarnir, ið stóðu fyri málunum hjá Skála. 30-ára gamli miðvallarin, Niels Pauli Danielsen, fann tvær ferðir 17-ára gamla innskiftaran Gulak Jacobsen. Kviki álopskendi leikarin spældi á fyrsta sinni fyri Skála, ið hann hevur vant við seinastu tíðina. Gulak fór til Sønderjyske í 2017, men kom aftur til Føroyar í summar. 

Hjá B68 skoraði innskifti og afturvendi Óli Olsen málið.

Venjingardystur 18.12 á Svangaskarði
B68 - Skála 1-2 (0-0)
0-1 Gulak Jacobsen
0-2 Gulak Jacobsen
1-2 Óli Olsen

Skála (4-4-1-1/4-2-3-1): Bárður á Reynatrøð - Aksel Jacobsen, Karl Martin Johansen, Kristian Martin Jakobsen, Rói Olsen - Teitur Poulsen, Jan Ingason Hansen, Poul Kallsberg, Niels Pauli Danielsen -  Andreas Egeberg Jacobsen - Lukas Sólheim. 

Inn komu: Gulak Jacobsen, Hendrik á Fríðriksmørk, Uni Jacobsen, Hanus Mikkelsen, Sonni Mikkelsen, Jóhan Johansen, Jákup Anthoniussen og Martin Johansen 

B68: (4-4-2) Heri Danielsen - Petur í Túni Petersen, Alexandur Ólavsson Jensen, Áki Johannesen, Helgi Johannesen -  Andri Benjaminsen, Leivur Højgaard, Esmar Clementsen, Bergur Johannesen -  Bardur Ólavsson Jensen, Jannik Mathias Olsen.

Inn komu: Óli Olsen, Búi í Hjøllum, Aron R Hansen, Hjarnar Jákupson og Fríði Petersen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder