2019-03-05 18:55
Ein 17 ára gamal svii er dømdur fyri at hava hótt svenska landsliðsleikara Jimmy Durmaz eftir lívinum eftir ein HM-dyst í Russlandi í summar.
Jimmy Durmaz gjørdi fríspark í yvirtíðini í dysti móti Týsklandi, sum Týsklandi skoraði sigursmálið til 2-1. Hetta førdi til ein øgiligan mótgang á sosialu miðlunum, har ill viðhaldsfólk lótu frá sær hoyra.
Svenska fótbóltssambandið valdi at melda fleiri av hóttanunum móti Durmaz og í dag varð ein 17 ára gamal drongur dømdur at rinda dagligar bøtur á 50 svenskar kr. umframt at rinda endurgjald á 8000 svenskar kr., sum svara til 5650 danskar krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald