Fótbóltur

17 nýggir UEFA B-venjarar

Fríggjadagin í farnu viku fingið 17 venjarar, sum hava verið á venjaraskeið hjá FSF, handað UEFA B venjaraprógv.

14 av teimum 17, sum fingu handað UEFA B venjaraprógv 5. september (Mynd: Bjarni Enghamar)

14 av teimum 17, sum fingu handað UEFA B venjaraprógv 5. september (Mynd: Bjarni Enghamar)

2025-09-13 21:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Fríggjadagin 5. september, stutt undan HM undankappingardystinum millum Føroyar og Kroatia á Tórsvølli, varð skipað fyri lítlari hátíðarløtu á Hotel Brandan.

Á skránni var prógvhandan.

Seinastu mánaðirnar hava 17 venjarar verið á venjaraskeið hjá FSF, og fríggjadagin fingu luttakararnir handað UEFA B venjaraprógvið.

– Tað er altíð hugaligt, men eisini týdningarmikið fyri menningina av føroyskum fótbólti, tá venjarar velja at taka av teimum tilboðum og skeiðum, ið FSF skipar fyri. Nú er at vóna, at fleiri av hesum fara víðari til A venjaraútbúgvingina, tá nýtt skeið byrjar, sigur Eli Hentze, útbúgvingarsamskipari hjá FSF.

Tað var Heri á Rógvi, starvsnevndarlimur í Fótbóltssambandi Føroya, og formaður í útbúgvingar- og menningarnevndini, ið stóð fyri handanini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder