Fótbóltur

18 nýggir UEFA A- og B-venjarar

Um vikuskiftið varð skipað fyri hátíðarløtu á Hotel Brandan í samband við at í alt 18 venjarar hava fingið UEFA A- og UEFA B-venjaraprógv.

Nýggju UEFA A- og UEFA B-venjararnir saman við instruktørum og umboðum fyri Fótbóltssamband Føroya

Nýggju UEFA A- og UEFA B-venjararnir saman við instruktørum og umboðum fyri Fótbóltssamband Føroya

2020-12-07 00:04 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hóast avbjóðingar við milum annað korona, so hevur eydnast at fingið sjey nýggjar venjarar við UEFA A-venjaraprógvi og ellivu nýggjar venjarar við UEFA B-venjaraprógvi í hesum árinum.

Hetta var hátíðarhildið á Hotel Brandan farna leygardag, har nýklæktu venjararnir, venjara-instruktørarnir hjá FSF og onnur umboð fyri Fótbóltssamband Føroya vóru hjástødd.

Av ymiskum orsøkum bar ikki til hjá øllum at møta, men tiltakaið eydnaðist væl, og nú 2020 er um at enda, er tekniski stjórin í FSF, Pætur Clementsen væl nøgdur við skjótt farna árið.

– Tað hevur verið eitt sindur buldrasligt og avbjóðandi í nógvar mátar. Vit vóru noydd at flyta og útseta partar av útbúgvingunum, so eingin ivi um, at vit nú eru sera fegin um at vera komin á mál við bæði A- og B4-útbúgvingunum.

– Tað er tí eisini ein góð kensla, at vit nú kunnu ynskja teimum øllum tillukku við venjaraprógnum og góða eydnu víðari á venjaraleiðini, sigur Pætur Clementsen við heimasíðuna hjá FSF.

Næsta UEFA A-venjaraútbúgving hjá Fótbóltssambandi Føroya fer væntandi av bakkastokki komandi summar.

Hesir fingu UEFA A-prógv
John Petersen, Kian Ryan, Rasmus Nolsøe, Jóhan Petur Poulsen, Súni Olsen, Símun Joensen og Ólavur Larsen.

Hesi fingu UEFA B-prógv
Ingi Arge, Ken Fagraberg, Tór-Ingar Akselsen, Kristian í Lon Olsen, Sjúrður Jakobsen, Elisabeth Haraldsen, Dimitrije Jancovic, Rannvá B. Andreasen, Jacoba Langgaard og Kristian N. Nunnu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder