Fótbóltur

19 mál í fyrsta umfari

Hetta er beint yvir fýra mál í miðal og júst sama tal sum í fyrsta umfari í fjør. 13 ymiskir málskjúttar vóru.

Finnur Justinussen fekk hol á málskjótingina í Betrideildini 2024. Hetta var mál nummar 121 í fremstu deildini hjá 34-ára gamla gøtumanninum (Mynd: Sverri Egholm)

Finnur Justinussen fekk hol á málskjótingina í Betrideildini 2024. Hetta var mál nummar 121 í fremstu deildini hjá 34-ára gamla gøtumanninum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-11 16:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskifti vórðu fimm ársins fyrstu dystir í Betrideildini hjá monnum spældir.

Betrideildin hjá monnum 2024, 1. umfar
Í gjár, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
Sí eisini: Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF

B68 - B36 0-3 (0-2)
Sí eisini: Nýggju menninir hjá B36 gjørdu av álvara bart - Sí myndir

HB - NSÍ 3-2 (2-0)
Sí eisini: Áki og HB vunnu aftur 3-2 - Sí myndir

Skála - EB/Streymur 3-0 (2-0)
Sí eisini: Skála var sannførandi í sínari afturvendan

Leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)
Sí eisini: Ongantíð veruligur ivi um stigini - Sí myndir

Trý mál ella fleiri í øllum dystunum, undantikið tí fyrsta. Tað var bert í Gundadali, at bæði liðini skoraðu. 

Støðan:
1. KÍ 3 stig
2. B36 3 stig
3. Skála 3 stig
4. Víkingur 3 stig
5. HB 3 stig
6. NSÍ 0 stig
7. 07 Vestur 0 stig
8. EB/Streymur 0 stig
9. B68 0 stig
10. ÍF 0 stig

Sum sæst omanfyri, so vórðu 19 mál skoraði. Hetta er beint undir fýra í miðal (3,8 mál í hvørjum dysti.

Hetta er júst sama tal sum í fjør, tá KÍ millum annað eisini vann við seks málum. Portalurin hevur hugt nøkur ár aftur, og hesi tølini eru nakað lægri enn í 2022, tá næstan fimm mál í miðal komu í hvørjum dysti.

Hetta er tó ógvuliga høgt, og í 2021 og serliga í 2020 og 2019 var talið væl lægri. Tá var tað 10 mál - tvey mál í miðal. 2020 var serstakt, við tað at kappingin byrjaði tveir mánaðir seinni enn vanligt vegna koronustøðuna.

Mál í 1. umfari seinastu árini:
2024: 19 mál
2023: 19 mál
2022: 24 mál
2021: 16 mál
2020: 10 mál
2019: 10 mál

13 ymiskir málskjúttar vóru. Fýra skoraðu yvir eitt mál: Páll Andrasson Klettskarð byrjaði aftur eina landskapping við fýra málum, nýggi danski áleyparin hjá B36 gjørdi bart, Jan Ingason Hansen var við at seta Skála væl í gongd aftur, og Áki Samuelsen var dagsins maður, tá unga HB-liðið vann á NSÍ.

Tvey av teimum 19 málunum vóru brotsspørk.

[object Object]
Málskjúttarnir higartil (Mynd: FaroeSoccer)

Les eisini: Páll skoraði aftur fýra mál í 1. umfari

Tøl: FaroeSoccer og FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder