Trýfaldu føroyameistararnir fingu eina góða byrjan uppá kappingarbyrjan, tá FM- favorittarnir vunnu stórt á ÍF á heimavølli. Fuglfirðingarnir komu beinanvegin í trupulleikar, tá Páll Andrasson Klettskarð skoraði tvey mál, ið vóru so siga heilt eins: Góð og hørð hornaspørk úr høgru frá Árna Frederiksberg har Páll við fremru stong stýrdi bóltinum flott í longra málhornið.
Hetta var ikki einastu ferðirnar í fyrra hálvleiki, at Páll Klettskarð rann seg frían. 33-ára gamli áleyparin fluktaði tvær ferðir væl - einaferð beint framvið og einaferð á stongina. Jákup Nolsøe Olsen stjórbjargaði einaferð, tá Páll stútaði, men í 2. hálvleiki eydnaðist aftur áleyparanum at skora tvey mál.
Tað fyrra var eftir returbólt, har nummar 9 var heilt til reiðar. Hann støgaði tó ikki við hattrikki: Eftir gott innlegg frá Jóannes Kalsø Danielsen úr høgru stútaði Páll bóltin aftur í longramálhornið - hesaferð tó úr stóru fjarstøðu.
Páll Andrasson Klettskarð sló til fýra ferðir móti ÍF í gjár - hann skoraði eisini í stórsteypadystinum móti HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Í samstarvi við dystir.fo - fleiri smálutir her
Les meira um dystin her: Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF
Málini og annað frá dystinum síggjast HER
Hetta er annað árið á rað, at KÍ byrjar við stórsigri á heimavølli í fyrra umfari, har Páll Klettskarð skorar fýra mál. Í fjør var tað TB, ið tað gekk útyvir. Tá endaði tað 7-1.
Páll Klettskarð skoraði samanlagt 18 mál í 2023, har hann var nógv skaðadarvaður mitt í kappingarárinum. Sambært FaroeSoccer hevur royndi áleyparin nú 187 mál í Betrideildini. Tað er næstflest samanlagt - bert Klæmint Andrasson Olsen hevur fleiri (231 mál).
Júst Klæmint er frammanfyri Páll í landsliðsrøðini, og Håkan Ericson ynskir sum útgangsstøði ikki at hava meira enn ein "veruligan 9'ara/boksspælara" í hópinum. Hetta staðfesti landsliðvenjarin aftur fyrrapartin eftir landsliðsúttøkuna, har Páll Andrasson Klettskarð, sum hevur spælt 13 landsdystir og bert ein síðani 2017, heldur ikki var á listanum.
Sviin segði eisini við KVF, at hann kendi, at hann endurtók seg: Avrikini hjá Pálli við KÍ eru flott, men í útsagnunum á FM1 bendi tað eisini, at tað telur eitt sindur ímóti honum, at hann spælir við júst KÍ: Talan er um eitt oddalið, nógvir góðir bóltar koma inn frá millum annað Árna Frederiksberg, og at spælistílurin ikki líkist tí á landsliðnum.
Sí eisini: Ikki so nógv nýtt í landsliðshópinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald