Leygardagin fór bólturin endiliga á rull aftur í Betrideildini aftur. Seinasta sparkið í 1. umfari var á Skála sunnukvøldið, og tað er ikki neyðugt at bíða so leingi, til bríkslið ljóðar aftur.
2. umfar í Betrideildini hjá monnum
Skíggjamynd: fsf.fo
Stórdystur er í Sarpugerði fríggjakvøldið, har úrslitið kann geva eina greiða ábending um, hvønn veg kappingarárini hjá Víkingi og HB fara.
Sama er galdandi dagin eftir, tá B36 tekur ímóti KÍ, og uppflytararnir hittast við Løkin.
Sunnudagin eru tað fýra lið, ið øll vilja sleppa undan tungum niðurflytingarstríði, sum spæla: 07 Vestur við nógvu nýggju spælarunum vitjar í Fuglafirði, og EB/Streymur tekur ímóti B68.
Støðan eftir 1. umfar:
1. KÍ 3 stig
2. B36 3 stig
3. Skála 3 stig
4. Víkingur 3 stig
5. HB 3 stig
6. NSÍ 0 stig
7. 07 Vestur 0 stig
8. EB/Streymur 0 stig
9. B68 0 stig
10. ÍF 0 stig
Betrideildin hjá monnum 2024, 1. umfar
Í gjár, sunnudagur 10. mars
KÍ - ÍF 6-0 (3-0)
Sí eisini: Flúgvandi føroyameistarar móti ÍF
B68 - B36 0-3 (0-2)
Sí eisini: Nýggju menninir hjá B36 gjørdu av álvara bart - Sí myndir
HB - NSÍ 3-2 (2-0)
Sí eisini: Áki og HB vunnu aftur 3-2 - Sí myndir
Skála - EB/Streymur 3-0 (2-0)
Sí eisini: Skála var sannførandi í sínari afturvendan
Leygardagin 9. mars
07 Vestur - Víkingur 0-2 (0-1)
Sí eisini: Ongantíð veruligur ivi um stigini - Sí myndir
Sí eisini: 19 mal í fyrsta umfari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald