EM-undankappingin er nú av á hesum sinni, har tjúgu lið hava spælt seg til EM endaspælið.
Wales spældi seg, sum tað seinasta liðið ígjøgnum “vanligu” undankappingina, til EM endaspælið, tá teir í kvøld vunnu 2-0 á Ungarn.
Tað hevur gingist væl hjá norðurlondunum, har Danmark, Svøríki og Finnland hava spælt seg til EM-endaspælið. Norra og Ísland hava eisini møguleikan at spæla seg víðari til EM, tá Nations League endadystirnir verða.
Í mars mánað skulu tey síðstu fýri liðini finnast, tá Nations League endadystirnir verða. 16 lond skulu spæla endadystir. Tey eru deild uppí fýra bólkar, har tey fyrst møtast í hálvfinalu, og síðani í eini finalu í hvørjum bólki, har vinnarin spælir seg til endaspælið.
Tey londini, ið hava spælt seg til EM eru:
Belgia
Italia
Russland
Pólland
Ukraina
Spania
Turkaland
Frakland
Ongland
Kekkia
Finnland
Svøríki
Týskland
Holland
Kroatia
Eysturríki
Portugal
Sveis
Danmark
Wales
Tey londini, ið skulu spæla Nations League endadystir eru:
Ísland
Bulgaria
Ungarn
Ísrael
Rumenia
Bosnia og Hersogovina
Slovakia
Írland
Norður Írland
Skotland
Norra
Serbia
Georgia
Norður Makedónia
Kosovo
Hvítarussland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald