Síðsta vikuskiftið var skipað fyri badmintonkapping í Klaksvík. Hetta er kapping, ið Klaksvíkar Badmintolfelag skipaði fyri saman við Badmintonsambandi Føroya. Kappingin, ið ber heitið KSS-Open, var fyrsta av fimm grand prix-kappingum, sum verða hildnar hetta kappingarárið.
Grand prix-kappingarnar verða skipaðar á tann hátt, at kappingarnar eru tengdar at hvørji aðrari, soleiðis at úrslitini á kappingunum verða løgd saman eftir seinastu grand prix-kapping. Harvið verður vinnarin funnin fyri samlaðu kappingarnar eftir at seinasta Grand Prix-kappingin er spæld í februar 2023.
Leygardagin 17. september spældu børn og ung, ímeðan vaksin spældu sunnudagin 18. september.
126 leikarir luttóku í teimum 214 dystunum, sum leiktir vóru. Tey trý feløgini, sum luttóku eru: HBF, ÍF og KBF.
Kappingin var væleydnað, og vóru nógvir tættir og spennandi dystir leiktir.
Í A-bólkunum, sum eru teir sterkastu bólkarnir, vóru HBF og KBF tey vinnandi feløgini. HBF vann í fimm aldursbólkum, ímeðan KBF vann fyrsta plássið í fýra aldursbólkum.
Hjá teimum vaksnu var tað HBF, sum vann bæði finaluna hjá kvinnum og monnum í A-bólkunum.
Í finaluni hjá monnunum vóru tað Rúni Øster og Jónas Djurhuus, báðir frá HBF, sum møttust. Hetta gjørdist ein 2-0 sigur til Rúna, har hann vann settini 21-13 og 21-12.
Í semifinaluni har Rúni Øster møtti Asbjørn Heide Olsen, vann Rúni greitt 21-10 og 21-9. Í hinari semifinaluni vóru tað Hákun Torkildshøj Sigverdsen og Jónas Djurhuus, ið møttust. Her vann Jónas settini 11-21 og 17-21.
Hjá kvinnunum var tað Miriam í Grótinum hjá HBF, ið vann fyrsta plássið. Miriam møtti Lenu Mariu Joensen hjá KBF í semifinaluni, og vann hon 21-15 og 21-9.
Hina semifinaluna hjá kvinnunum leiktu Mia Torkildshøj, HBF og Ranja Joensen, KBF. Hendan dystin vann Mia 21-8 og 21-14.
Sostatt vóru tað tveir leikarir úr HBF, ið møttust í finaluni hjá kvinnunum, nevniliga Miriam í Grótinum og Mia Torkildshøj. Í finaluni leikaði til tíðir javnt á, men var tað Miriam, ið hevði munin, og vann 21-15 og 21-18.
Næsta grand prix-kapping verður á Kambsdali vikuskitfið 5. og 6. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald