Fótbóltur

215 á fótbóltsskúla á Svangaskarði

Mánadagin og týsdagin varð skipað fyri Fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. 215 børn og ung luttóku.

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

(Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-08-03 10:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Sjálvt um tað regnaði eitt sindur onkra løtuna, so vóru líkindini til fótbólt avbera góð, tá B68, í samstarvi við FSF, mánadagin og týsdagin skipaði fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum.

Báðar dagarnar varð vant frá klokkan 10 til 14, við einum stuttum matarsteðgi á middegi. Og sum heild hugnaðu tey 215 børnini og ungu sær óført, við stuttligum spølum og venjingum, sum Betri Deildar-spælararnir hjá B68, saman við øðrum, skipaðu fyri á ovara vølli og á niðara vølli á Svangaskarði.

Hetta var samstundis annar av fýra fótbóltsskúlum, sum eru á skránni í summar. Hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august, verður skipað fyri Fótbóltsskúla á Argjum, og fríggjadagin og leygardagin í næstu viku, sum er 12. og 13. august verður Fótbóltsskúli í Sørvági.

Fyrsti fótbóltsskúlin í ár var í Gundadali í Havn síðst í juni mánað, har HB var vertur fyri umleið 260 luttakarum.

Myndir síggjast á heimasíðuni hjá FSF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder