Fótbóltur

23 mans skulu við til fyrstu uppgávurnar í ár

Ivamál er millum annað um, nakrir skaðaplágaðir og sáttmálaleysir spælarar verða á listanum hjá Håkani Ericson í dag. Tíðindafundurin byrjar klokkan 10.

Håkan Ericson er farin undir sítt fjórða ár sum føroyskur landsliðsvenjari, og í dag er úttøka á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson er farin undir sítt fjórða ár sum føroyskur landsliðsvenjari, og í dag er úttøka á skránni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-13 06:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Moldova og Norðurmakedónia á útivølli. Hetta eru fyrstu uppgávurnar hjá A-landsliðnum við monnum í ár. Talan er um fyrsta dystin í undankappingini til EM 2024 og síðani um venjingardyst - ávíkavist fríggjadagin 24. mars og mánadagin 27. mars.

Hópurin til hesar dystirnar verður kunngjørdur á tíðindafundi, sum Fótbóltssamband Føroya skipar fyri fyrrapartin. FSF skrivar á heimasíðu sínari, at fyrst verður tað Eyðun Klakstein, ið fer at kunngera hópin til venjingarleguna hjá U21-landsliðnum, sum verður í Tórshavn síðsta vikuskifti í mars. Síðani verður tað Håkan Ericson, sum er A-landsliðsvenjari á fjórða ári, ið sleppur framt. Sambært fsf.fo verða 23 spælarar úttiknir.

Les alt skrivið frá Fótbóltssambandinum her

Skaðar, spælarar uttan felag og heldur óhvassir menn

Støðan kundi verið betri. Tað er greitt, at royndir lyklaspælarar á miðvøllinum og í álopskenda partinum mangla. Brandur Hendriksson Olsen og Hallur Hansson eru framvegis við at koma fyri seg eftir krossbandsskaðar - tað vera nakrir mánaðir, áðrenn royndu menninir spæla aftur. Jóan Símun Edmundsson er framhaldandi plágaður av skaðum. 31-ára gamli toftamaðurin er ikki skrásettur fyri nakran dyst síðani 2-1 sigurin hjá Føroyum á Turkalandi 25. september, tá Jóan Símun skoraði.

Í høvuðsheitinum hava teir skapandi spælararnir hjá Føroyum í Nations League í fjør verið skaðadarvaðir í vetur. Meinhard Egilsson Olsen varð lagdur undir skurð síðst í februar fyri skaða í hondini. Kantspælarin hevur enn gips á, men greiðir Portalinum frá, at ætlanin er, at hann í hesari vikuni fær ein skinnara á, sum ger, at hann kann spæla. Um hetta kemur uppá pláss, og Meinhard fær grønt ljós, so kann Mjøndalen-spælarin umboða Føroyar í Moldova um tíggju dagar, har hann skoraði í undankappingardysti fyri tveimum árum síðani.

Tað kann verða ógvuliga týdningarmikið - eisini tí at Jóannes Bjartalíð framvegis er skaddur í fótinum. Tað er ógvuliga ósannlíkt, at klaksvíkingurin í Fredrikstad, sum var ársins landsliðsspælari í fjør, verður á listanum sum Håkan Ericson lesur upp í dag.

[object Object]
Meinhard Olsen spældi fleiri góðar landsdystir í fjør (Myndir: Sverri Egholm)

[object Object]
Jóannes Bjartalíð í dysti á Tórsvølli í fjør, har hann vísti seg væl fram. Fyrsta tíðin í Frederikstad hevur tíverri verið merkt av skaða í fótinum (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham er skaddur, men annars eru allarflestu verjuspælararnir, ið vóru við í fjør, tøkir. Gilli Rólantsson Sørensen hevur spælt nógvar dystir á høgra bakki seinastu fimm árini, men 30-ára gamli tvøramaðurin við 60 landsdystum hevur í løtuni einki feløg. Sum skilst eru tó fleiri tilboð, og Gilli heldur seg í gongd - spurningurin er so, um tað er nóg mikið at verða tikin út hesuferð.

Ein uppaftur royndari maður er heldur ikki sáttmálabundin í løtuni. 36-ára gamli Gunnar Nielsen hevur seinastu átta árini spælt í Íslandi, hevur sagt nei til at leingja við íhvussu er FH og hevur umhugsa sína støðu sum fótbóltsspælari í vetur. Hvør støðan er viðvíkjandi hesum og landsliðnum, verða vit klókari uppá í dag.

Her sæst samrøða við Gunnar Nielsen, sum vit gjørdu við roynda málverjan í Kekkia í november. Har setur hann orð á, at tað er tað størsta at spæla fyri landsliðið, og eisini hvussu hann tá sá uppá framtíðina


Kavin liggur enn her, 2. umfar varð ikki spælt, og hóast spælarar í føroysku kappingini hava vant hart í vetur og spælt venjingardystir, so eru teir ikki heilt dystarskarpir. Heilt fáir av spælarunum uttanlanda hava spælt kappingardystir - í Noregi og Íslandi eru kappingarnar ikki byrjaðar - og áhugavert verður at síggja hvør støðan hjá landsliðnum verður í næstu viku.

Av teimum spælarunum, sum framvegis hava U21-aldur, er nógv mest sannlíkt, at Noah Mneney verður við A-landsliðnum. Orkuríki miðvallarin vísti seg væl fram í venjingardystinum í Kosovo í november og er nú í Bryne í Noregi. Ungir spælarar sum Stefan Radasavljevic (Sligo Rovers, Írland) og Andrias Edmundsson, ið eru ov gamlir til U21, gera vart við seg uttanlands: Stefan hevur byrjað inni tveir teir seinastu dystirnar í írsku kappingini, og Andrias skoraði og flutti upp við Aguilas í gjárkvøldið.

[object Object]
Noah Mneney í "eplaveltuni" í Kosovo í november, har hann stríddist væl í sínari A-landsliðsdebut

[object Object]
Andrias Edmundsson var eisini sannførandi í pørtum av spælinum - høgi miðverjin av Toftum hevur verið nakað skaðaplágaður 

[object Object]
22-ára gamli Stefan Radosavljevic gjørdi ikki mætari enn at skora í Kosovo - nú er hann farin til Sligo Rovers í bestu írsku deildini (Myndir: Sverri Egholm)

Portalurin verður til staðar í FSF-húsinum fyrrapartin og hevur ymiskt tilfar harfrá. Tíðindafundurin byrjar klokkan tíggju.  



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder