Fótbóltur

25 boðsendar til landsliðsvenjing

Fyrireikingarnar til fyrsta dystin í komandi EM-undankapping hjá kvinnum, sum verður á heimavølli hósdagin 29. august, tá Wales kemur á vitjan, eru nú av álvara farnar í gongd.

Mynd: fsf.fo

Mynd: fsf.fo

2019-07-28 17:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hósdagin 29. august spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum fyrsta dystin í komandi EM-undankapping, tá Wales kemur á vitjan í Føroyum. Hini londini í bólkinum eru Hvítarussland, Norra og Norðurírland.

Í hesum sambandi hevur John Petersen, A-landsliðsvenjari, úttikið ein bruttohóp, sum telur 25 spælarar, ið eru boðsendir til venjing á Tórsvølli sunnudagin 4. august. Endaligi hópurin til dystin móti Wales verður kunngjørdur á tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin 5. august klokkan 10:00.

- Tað er við góðum treysti at vit fara undir eina nýggja kapping, og vit gleða okkum at sleppa í gongd. Men tað eru stórar avbjóðingar, ið standa fyri framman, sigur John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, við heimasíðuna hjá FSF.

Hópurin

Monika Biskopstø, AaB (Danmark)

Sarita Maria Mittfoss, B36

Jóna Nicolajsen, B36

Olga Kristina Hansen, B36

Rakul Magnussen, EBS/Skála

Ansy Jacobsen, EBS/Skála

Anna S. Hansen, EBS/Skála

Margunn Lindholm, EBS/Skála

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (Danmark)

Julia Naomi Mortensen, HB

Jónvá Hentze, HB

Heidi Sevdal, HB

Rebekka Benbakoura, HB

Sara Samson Lamhauge, HB

Nadja Dam Johannesen, HB

Rebekka Eschen Danielsen, Hinna IF (Norra)

Hjørdis Nesá, ÍF/Víkingur/B68

Marita á Fríðriksmørk, ÍF/Víkingur/B68

Annika Ragna Christiansen ÍF/Víkingur/B68

Maibritt Olsen, ÍF/Víkingur/B68

Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68

Eyðvør Klakstein, KÍ

Katrina Akursmørk, KÍ

Evy á Lakjuni, KÍ

Lív F. Arge, Sundby (Danmark)

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tríggjar EM-undankappingardystir í ár, og fimm undankappingardystir í 2020. Skráin sæst HER.

- Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder