Fótbóltur

26 leikarar úttiknir til venjingarlegu

U21 landsliðið hevur venjingarlegu seinni í hesum mánaðinum sum fyririeiking til komandi undankapping. Nógvir spennandi leikarar eru boðsendir; millum annað leikari úr Superliguni.

Jákup B. Andreasen og Bjarni Petersen verða ímillum lyklaleikararnir í U21-hópinum í komandi undankapping
(Mynd: Sverri Egholm)

Jákup B. Andreasen og Bjarni Petersen verða ímillum lyklaleikararnir í U21-hópinum í komandi undankapping (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-07 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið skal í ár spæla fimm EM-undankappingardystir. Fyrsta uppgávan er ikki fyrrenn í juni, tá Kasakstan kemur á vitjan í Føroyum. Í september eru útivallardystir móti Montenegro og Makedónia á skránni. Í oktober  spæla Føroyar á útivølli móti Ísrael og enda í november á heimavølli ímóti Makedónia. 

Eli Hentze og Hegga Samuelsen standa aftur hesa undankappingina á odda fyri U21-landsliðnum, og sum fyrireiking til komandi uppgávur, hava venjararnir boðsent 26 spælarum til venjingarlegu, sum verður í døgunum 22. til 24. mars. Hetta skrivar FSF á heimasíðu sínari.

Nú eru leikarar føddir í 1996 og 1997 ov gamlir, og harvið sleppa nýggir leikarar framat. Fleiri nøvn ganga tó aftur frá farnu undankapping. Verjuleikarin úr KÍ, Ólavur Niclassen er skaddur, men annars eru fleiri frá 98-árganginum við; millum annað ársins leikari, Adrian Justinussen, Petur Knudsen úr NSÍ, og varaliðskiparin á liðnum í fjør, Bjarni Petersen.  

Av teimum 26, eru tríggir, ið hava sína dagligu gongd í donskum feløgum. Victor Henriksen og Lucas G. Giessing hava áður umboðaða U-landslið hjá Føroyum, men nýggjur er Mads B. Mikkelsen úr Vendsyssel FF. Álopskendi leikarin skifti undan hesum kappingarárinum úr AGF, og 19-ára gamli Mads hevur spælt fýra dystir í Superliguni, og skorað eitt mál. Talan er um leikara, ið hevur umboðað danska U17-landsliðið 13 ferðir. Hann hevur føroyskar røtur, so hann er tøkur at umboða U21-landsliðið hjá Føroyum. 

 

Hópurin sær soleiðis út: 

Mathias Lamhauge, HB

Silas Eyðsteinsson, 07 Vestur

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Victor Emil Boje Henriksen, Hvidovre (DEN)

Ari Olsen, Skála

Bjarni Petersen, B36

Daniel Johansen, HB

Pætur Hentze, NSÍ

Ragnar Samuelsen, B36

Andri Benjaminsen, NSÍ

Janus Svabo Samuelsen, Skála

Jákup B. Andreasen, KÍ

Lukas Grenaa Giessing, FC Midtjylland (DEN)

Petur Knudsen, NSÍ

Bjarki Nielsen, AB

Magnus Holm Jacobsen, B36

Stefan Radosavljevic, TB

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Pætur Petersen, HB

Mads B. Mikkelsen, Vendsyssel FF (DEN)

Gilli Samuelsen, B36

Adrian Justinussen, HB

Andreas Egeberg Jacobsen, Skála

Stefan Løkin, EB/Streymur - leigaður úr NSÍ

Jóhan Petersen, ÍF

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder