Fótbóltur

26.000 norðmenn sóu NSÍ vinna á TB

53.000 sóðu føroysku dystirnar í norskum sjónvarpi leygardagin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-11 18:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

53.000 hyggjarar sóu teir tríggjar dystirnar úr føroysku Betri Deildini, sum leygardagin vórðu vístir beinleiðis á norsku sjónvarpsstøðini, TV2.

Flest sóu dystin við Løkin, har NSÍ vann 3-1 á TB. Aftenposten skrivar, at 26.000 hyggjar sóu henda dystin. 17.000 sóu dystin í Klaksvík millum KÍ og B36 seinni á seinnapartinum og 10.000 sóu kvøldardystin millum AB og Víking.

Vegard Jansen Hagen, ítróttaredaktørur hjá TV2 sigur, sambært Aftenposten, at tey eru nøgd við tølini.

- Eg haldi, at tá vit klára at ”fylla Ullevaal” ein leygardag seinnapart í mai, er tað gleðiligt, sigur ítróttaredaktørurin.

Ullevaal er fótbóltsvøllurin í Oslo, har normenn spæla sínar landsdystir. Tann leikvøllurin tekur 28.000 áskoðarar.

Undirtøkan fyri føroysku fótbóltsdystunum svarar til tað, sum tey høvdu roknað við á TV2.

Miðlaserfrøðingurin Lasse Gimnes sigur við Aftenposten, at hyggjaratølini vísa, hvussu stóran týdning fótbólturin hevur fyri fólk.

- Eg havi ofta fyrr hoyrt um lægri tøl fyri fótbóltsdystir, ið eru vístir á norskum rásum. Hetta er ikki fjølsamskifti, men at 26.000 fylgja einum føroyskum dysti sigur nakað um abstinensin, sum nógv hava kent á sær, sigur Gimnes. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder