2019-01-28 14:17
Fleiri enn 2,74 milliónir danskarar sóu Jóhan á Plógv Hansen og hinar á danska hondbóltslandsliðinum gerast heimsmeistarar í gjár, tá teir smurdu norðmenn av.
Tað er DR Medieforskning, sum hevur yvirlit yvir hvussu nógvir danir hugdu, tá danir spældu dystin, og tá Jóhan saman við sínum liðfeløgum lyftu steypið.
Sambært yvirlitinum vóru 1,58 milliónir hyggjarar, sum sóu dystin og steypahandanina á dr.dk, meðan 1,26 milliónir sóu dystin á TV2.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald