B36 vann 2-1 í fyrra dystinum móti Haverfordwest AFC og er rímiliga greiður favorittur at spæla seg víðari. Liðið hjá Dan Brimsvík sá nakað væl sterkari út - lat tó eitt heldur bíligt mál inn - og spælir seg víðari til 3. umfar í Conference League, um tað eydnast at fáa í minsta lagi javnleik í Wales hósdagin.
Sí eisini:
Alt er opið undan dystinum í Wales
Andrass Johansen: Úrslitið er góðkent og útgangsstøði er fínt
Hannes Agnarsson: Duga ikki heilt at takkla støðuna í seinna hálvleiki
B36 skal gera arbeiði liðugt á útivølli
Um B36 vinnur seg víðari, so bíðar vinnarin av Rijeka - Dukagjini í næsta umfari. Har er fyrrnevnda felagið stórfavorittur.
HNK Rijeka vann 1-0 í fyrra dystinum, sum var í Kosovo. Kroatiska liðið plagar at kappast í oddinum í heimlandinum. Fýra ferðir seinastu tíggju árini hevur felagið verið í bólkaspælinum í Europa League, millum annað í 2014, tá Riejka vann heili 9-1 samanlagt á vegnum móti Víkingi.
Hetta var summarið, har Víkingur sum fyrsta føroyska felagið nakrantíð, spældi seg víðari tvær ferðir sama ár. Í 3. umfari gjørdist liðið úr Kroatia tó ein alt ov stórur biti. 5-1 sigurin á Tórsvølli var tann størsti útisigurin í evropeiski søguni hjá Riejka.
Ein uppgerð millum B36 og Riejka í augst er sannlík. Havnarfelagið skal tó framvið Haverfordwest AFC áðrenn. Liðini spæla seinna dystin hóskvøldið klokkan 19.45. Hópurin hjá B36 fer av landinum í kvøld og víðari yvir til bretska meginlandið í morgin.
Fótbóltur
3. umfar: B36 møtir helst liði úr Kroatia
Um liðið hjá Dan Brimsvík aftur vinnur seg víðari, so bíða mest sannlíkt tvær uppgerðir móti HNK Rijeka, sum í 2014 vann stórt á Víkingi.
B36 vann 2-1 á Haverfordwest beint undan ólavsøku - hósdagin skal arbeiðið gerast liðugt í Wales (Mynd: Sverri Egholm)
2023-07-31 17:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald