Mikudagin 27. mars fara fimmtan 7. flokkar úr øllum landinum til Skúlafótbólt í Marghøllini í Vági. Tilsamans eru tað 300 næmingar, sum fara til Vágs hendan dagin.
Skúlafótbóltur er ein nýggj spennandi fótbóltskapping, sum sá dagsins ljós í Vági í heyst. Hetta er ein fótbóltskapping fyri næmingar í fólka- og miðnámsskúlum kring landið. Bank Nordik er høvuðsstuðul.
Kappingin hjá 7. flokkunum er eitt tað størsta umfarið, sum hevur verið higartil, tá 300 næmingar fara at spæla fótbólt, bólkaði í dreingir, gentur og blandaði lið, skrivar skulafotboltur.fo.
Umframt at spæla fótbólt, so fáa næmingarnir eisini høvið at royna minna klatriveggin í Marghøllini og svimja í Páls Høll.
Liðini kappast um at sleppa í finaluna á stóra finaludegnum, sum verður hósdagin 2. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald