Annað

34 milliónir krónur fyri 30 sekund

Super Bowl og sjónvarp hoyra saman. Hyggjaratalið í USA fer altíð væl uppum 100 milliónir, og tað er ikki smávegis prísir, ið eru fyri at lýsa. The Weeknd fer at undirhalda í hálvleikinum í Tampa.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-02-05 18:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amerikanskur fótbóltur er av álvara ein intervalítróttargrein. Dystartíðin er áleið tríggjar tímar, men effektiva spælitíðin er ein tími. Nógvir styttri steðgir eru, og harvið er nógv tíð til lýsingar í USA.

Tá hyggjartalið í miðal liggur um 100 milliónir ígjøgnum dystin, so eru hesar lýsingar sera virðismiklar fyri sjónvarpsstøðina, sum hevur rættindi til dystin. Í ár er tað CBS, og tað verða kravdar 34 milliónir krónur - 5.5 milliónir dollarar fyri at lýsa í ein hálvan minutt. Prísurin er næstan tvífaldaður í mun til fyri tíggju árum síðani, tá talan var um tríggjar milliónir dollarar, men hetta er tað sama sum í fjør. Munurin er, at fleiri av stóru fyritøkunum, sum til dømis Pepsi, aftra seg í ár at hava lýsingar.

Í fjør hugdu næstan 150 milliónir samanlagt eftir Super Bowl í USA - miðalhyggjartalið gjøgnum dystin var beint um 100 milliónir. Mett varð, at upp til 50 milliónir hyggjarar vóru uttanfyri USA, men áhugin er vaksandi.

Hálvleikurin er nakað fyri seg. Í fjør vóru tað Shakira og Jennifer Lopez, ið undirhildu í Miami, og stór nøvn sum U2, Lady Gaga, Katy Perry og Coldplay hava í hesari øldini trini á pallin, ið verður rullaður inn, meðan liðini hava steðg og leggja 2. hálvleik til rættis. Í ár verður tað vælumtókti kanadiski Abel Makkonen Tesfaye, betri kendur sum The Weeknd, sum stendur fyri "The Halftime Show". Eric Church og Jazmine Sullivan syngja tjóðsangin, Star Spangled Banner, áðrenn dystin.

Super Bowl nummar 55 í røðini fer í gongd seint sunnukvøldið. Tað er Tampa Bay Bucaneers, við Tom Brady á odda, sum taka ímóti Patrick Mahomes og hinum meistarunum úr Kansas City Chiefs. Dysturin verður leiktur á Raymond James Stadium í Tampa frammanfyri áleið 25.000 áskoðarum - tað sleppa ikki fleiri inn vegna COVID-19. Hetta verður lægsta áskoðaratalið nakrantíð til eina Super Bowl. Tað verður fyrsti ferð nakrantíð, at eitt lið hevur heimavøll í stóra dystinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder