Hondbóltur

50 mál og eingin mótstøða til H71

Hoyvíkskvinnur vunnu við 36 málum í fyrsta evropeiska dystinum í ár. Ein søguliga stórur evropeiskur sigur men ein hondbóltsdystur sum liðini so at siga ikki fáa brúkt til nakað.

Guðrið á Borg varð toppskjútti hjá H71 í kvøld við 10 málum. Málini vórðu

Guðrið á Borg varð toppskjútti hjá H71 í kvøld við 10 málum. Málini vórðu "væl býtt" millum liðini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-12 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At H71 skuldi vera eitt betri lið enn Cyview Developers Latsia, var helst eingin ivi um undan uppgerðini á Hálsi í kvøld. Men at meistaraliðið á Kýpros skuldi vera so nógv stig undir eitt av fremstu føroysku liðunum, hevði kanska eingin væntað.

Eftir fimm minuttir var 5-0, og áðrenn tað hevði ein hjá útiliðnum fingið beinleiðis reytt kort. Latsia hevði bert ein útispælara á bonkinum, og harvið spældu tær somu seks úti so at siga allan dystin, meðan málverjarnir stóðu hvør sín hálvleik. Tær bjargaðu samanlagt 6 av teimum 56 skotunum.

Sí hagtøl her

Hoyvíkskvinnur snøgt sagt hølvaðu gestirnar av. Her var so at siga eingin náði og slett eingin spenningur. Allar spældu nógv. Torført var helst at hugsavna seg og spæla "veruligan hondbólt", og tað komu nógv løtt kontramál. Í síðsta minutti kom H71 upp á 50 mál.

Tá var stórur fagnaður í Høllini á Hálsi, har upp ímóti 300 áskoðarar vóru. Annars var ikki neyðugt at klappa so nógv. Gestirnir gjørdu eitt hav av tekniskum mistøkum, og at siga at tær hjá Latsia runnu væl heim, er sum at siga at tað er heitt í Føroyum í løtuni.

Hoyvíkskvinnur gjørdu sítt - "trupulleikin" er, at ein dystur afturat verður millum liðini í morgin. H71 kann royna at skriva søgu aftur fyri stødd á evropesikum sigri, men man fær helst heldur ikki nýtt tann dystin til nakað serligt: Uttan at geva sjálvsálit og spælitíð til nógvar.

Tær á útiliðnum gleða seg helst heldur ikki nógv. H71 skal spæla í 3. umfari í European Cup, og størri spenningur er um, hvønn tað verður.

European Cup 2. umfar - fyrri dysturin
Høllin á Hálsi, 12.10
H71 - Cyview Developers Latsia 50-14 (24-6)

Dystargongdin: 
5 min: 5-0
10 min: 9-1
15 min: 14-4
20 min: 16-4
25 min: 21-5
30. min: 24-6
35 min: 29-6
40 min: 30-8
45 min: 35-10
50 min: 40-11
55 min: 45-13
60 min: 50-14

Málskjúttar:
Guðrið Bogadóttir á Borg 10 mál
Karin Egholm 8 mál (8 skot)
Inga Maria Joensen 6 mál
Christina Arge 5 mál (5 skot)
Maria Halsdóttir Weyhe 4 mál
Elida Joensen 4 mál
Karina Debes Heinesen 3 mál
Tóra Róadóttir 3 mál
Elsa Egholm 2 mál
Anna Elisabeth Weyhe 2 mál 
Lukka Arge 1 mál
Lea Sesilia Lava Brockie 1 mál
Sofie Kornelius 1 mál

Bjargingar:
Maria Beder 11 (55 %)
Rúna Jógvansdóttir Larsen 6 (54 %)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder