Sunnudagin spæla Føroyar og Ukraina landsdyst í Høllini á Hálsi.
Spenningur hevur verið um áskoðarar sleppa í høllina og í hvønn mun hetta verður. Nú er greitt, at høllin verður deild í tríggjar partar, har 200 áskoðarar sleppa í hvønn part.
Hesum boðar Hondbóltssambandið frá á heimasíðuni í dag.
Sostatt sleppa 600 áskoðarar til landsdyst sunnudagin at síggja føroyska landsliðið.
Eingin almenn atgongumerkjasøla verður tó til dystin, men hava hondbóltsfeløgini fingið eitt avmarkað tal av atgongumerkjum at umsita.
Hondbóltslandsliðið hjá monnum hevur tætta skrá næstu dagarnar. Hópurin kom upp á pláss í Kiev í Ukraina í gjár, og spæla í morgin seinnapartin klokkan 15:30.
Longu fríggjakvøldið klokkan 19:15 spæla teir móti Kekkika í Brno, áðrenn kósin verður sett móti Føroyum aftur har ein returdystur móti Ukraina bíðar sunnudagin klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald