Kappróður

8 mannafør: Klaksvíkingar vunnu í seinasta takinum

1. Nevið Reyða (04.43.13), 2. Argjabáturin (04.43.23).

2019-06-08 17:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eins og á Norðoyastevnu var hørð kapping millum teir báðar bátarnar í 8 mannafarsróðrinum.

Argjabáturin fekk betru byrjanina, men síðani fór Nevi Reyða fram um, og helt hesa støðuna. Í endaspurtinum komu argjamenn aftur, og tað gjørdist ógvuliga spennandi.

Men í allar seinasta takinum vunnu teir á Nevi Reyða.

8. mannafør
1. Nevið Reyða 04.43.13
2. Argjabáturin 04.43.23

 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder