Fótbóltur

9. umfør: Nógv eygu verða vend ímóti Runavík

Áðrenn oddadystin mánadagin verða týðandi dystur í morgin: Botnuppgerð við Stóra, Víkingur skal aftur á vinnarakós, og KÍ og B36 skulu nærkast HB.

HB skal spæla sín fyrsta oddadyst uttanfyri Gundadali. Kí er størsti favoritturin í umfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

HB skal spæla sín fyrsta oddadyst uttanfyri Gundadali. Kí er størsti favoritturin í umfarinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-20 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri bert aðru ferð seinastu seks vikurnar verður eingin dystur i Betrideildini leygardag. Fýra dystir í 9. umfari verða leiktir í morgin, og ein verður mánadagin. 

9. umfar: 
Sunnudagin 21. juni: 
(15.00): TB - AB 
             KÍ - Skála
             ÍF - B36

(17.00): EB/Streymur - Víkingur

Mánadagin 22. juni: 
(20.00): NSÍ - HB


Støðan: 
1. HB (22 stig)
2. NSÍ (17 stig) 
3. KÍ (17 stig)
4. B36 (16 stig) 
6. ÍF (13 stig)
5. Víkingur (11 stig)
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (5 stig)
8. AB (3 stig) 
10. Skála (1 stig) 

Tríggir dystir byrja samstundis, og í Trongisvági er nógv uppá spæl í botnstríðnum. TB kann av álvara leggja sjógv ímillum seg og niðurflytingarstrikuna, meðan AB skal royna at koma uppum hana. 

KÍ er risafavorittur móti Skála og sera lítið bendir á, at føroyameistararnir ikki nærkast oddasessinum í morgin. B36 hevur eina væl truplari uppgávu á pappírinum. ÍF er nú á 5. plássi, hevur ikki tapt í fýra dystum, vann og kom frammum Vìking seinast, og kann koma undir liðuna á júst B36 við sigri í morgin. Tó hava fuglfirðingar fyrr í ár ikki megnað at arga ovastu liðini. 

[object Object]
ÍF koppaði Víkingi í Sarpugerði mikukvøldið (Mynd: Jens Kr. Vang)

Við Margáir eru trý stig eitt ófrávíkiligt krav hjá Vìkingi, ið er í einari ringari gongd og skal royna at nærkast evropeisku plássunum. 

Mánadagin er heilt stóri dysturin í umfarinum, har NSÍ kann nærkast HB. Oddaliðið er framvegis ósigrarð eftirspennandi og málríka oddadystin í Gundadali mikudagin. Hópurin hjá HB er tó heilt tunnur í løtuni, og í Runavík eru teir uppsettir uppá at fáa fult, nú eitt av ovaru liðunum fyri fyrstu fer í ár vitjar við Løkin. NSÍ var heppið at sleppa úr Gundadli við einum stigi í dystinum mói B36 týskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder