Hondbóltur

A-landsliðið hjá kvinnum hevur fingið nýggjan landsliðsvenjara

56-ára gamli Dragan Brljevic og Hondbóltssambandið hava gjørt sáttmála, ið er galdandi fram til juli 2022. Kroatin er í løtuni venjari hjá Kyndli og hevur verið leikari og venjari í Svøríki í mong ár.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2020-10-15 13:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hondbóltssambandið hevur fyri løtu síðani boðað frá, at Dragan Brljevic er settur sum landsliðsvenjara hjá A-landsliðnum hjá kvinnum. Sáttmálin millum partarnar er galdandi fram til juli 2022.

Tað var í summar, at boðað varð frá, at samstarvið við íslendingin Águst Jóhannsson, sum hevði verið í starvinum síðani í 2018, varð endað.

Um nýggja venjaran skrivar Hondbóltssambandið, at Dragan Brljevic er 56 ár, er úr Kroatia, men at hann í mong ár hevur búð í Svøríki. Har hevur Dragan spælt yrkishondbólt, og í níggju ár stóð hann á odda fyri liðnum LUGI í bestu svensku kvinnudeildini. Í 2013 og 2017 gjørdist Dragan Brljevic ársins venjari í svensku kvinnudeildini.

Dragan gjørdist í summar liðugur við sína EHF Master Coach-útbúgving, og beint eftir tað kom hann til Føroyar. Seinastu mánaðirnar hevur kroatin verið venjari hjá besta mans- og kvinnuliðnum hjá Kyndli.

- Eg havi havt møguleikan at síggja flestu kvinnuleikararnir í dysti, og eg síggi stórar menningarmøguleikar í teimum. Eg gleði meg til eina spennandi uppgávu og fara vit serliga at leggja dent á einstaklingamenning. Vit koma at arbeiða langskygt og eg gleði meg til fyrstu venjingarnar.

Hetta sigur Dragan Brljevic í samband við setanina. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, fegnast um nýggja sáttmálan.

- Dragan hevur verið stutt í Føroyum, men hava dygdir hansara longu verið eyðsýndar. Dragan hevur góðar og drúgvar royndir og eru hugsarnir hansara um hondbólt og menning í trá við okkara hugsjónir í HSF.

Kvinnulandsliðið skal spæla HM-undankapping í Minst í Hvítarusslandi 4. - 5. desember. Dystirnir verða ímóti vertunum og Sveis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder