A-landsliðið hjá monnum er í hesum døgum í Malta og fyrireikar seg til fyrstu uppgávuna í undankappingini til EM 2020.
A-landsliðið hjá kvinnum byrjar sína EM-undankappingina seinast í august. Føroyar eru í bólki við Noregi, Wales, Hvítarusslandi og Norðurírlandi. Sum partur av fyrireikingunum til undankappingini fer liðið til Litava fyrst í komandi mánað, har tveir venjingardystir eru á skránni.
John Petersen er nýggjur landsliðsvenjari hjá kvinnum, og hann hevur úttikið hesar 20 spælarar til venjingardystirnar móti litavum.
Hópurin:
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DAN)
Birita Bergsdóttir Nielsen, ÍF/Víkingur/B68
Birna T. Mikkelsen, EBS/Skála
Lív F. Arge, Sundby (DAN)
Rakul V. Magnussen, EBS/Skála
Heidi Sevdal, HB
Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DAN)
Eyðvør Klakstein, KÍ
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, KÍ
Margunn Lindholm, Sundby (DAN)
Jóna Nicolajsen, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Julia Naomi Mortensen, HB
Ása á Reynatúgvu, HB
Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB
Sara Samson Lamhauge, HB
Jacoba Langgaard, ÍF/Víkingur/B68
Nadja Dam Johannesen, HB
Rebekka E. Danielsen, Hinna FK (NOR)
Fyrri dysturin verður spældur tann 7. apríl, og tann seinni verður 9. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald