Fótbóltur

Føroyar spæla tveir dystir í vikuni

Pólland vitjar Tórsvøll hóskvøldið, og sunnudagin spælir A-landsliðið í Kekkia í næstseinasta EM-undankappingardystinum í ár.

Pólland skal hava trý stig í Føroyum, um liðið skal hava møguleika at røkka EM næsta ár. Stóra stjørnan Robert Lewandowski, sum skoraði bæði málini í Varsjava í september, hevur meitt sær liðbond í øklinum og er harvið ikki við (Mynd: Sverri Egholm)

Pólland skal hava trý stig í Føroyum, um liðið skal hava møguleika at røkka EM næsta ár. Stóra stjørnan Robert Lewandowski, sum skoraði bæði málini í Varsjava í september, hevur meitt sær liðbond í øklinum og er harvið ikki við (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-10 07:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið hevði føroyska A-landsliðið við monnum í fótbólti sína fyrstu venjing sum fyrireiking til heimadystin móti Póllandi hóskvøldið.

Liðini hittust í Varsjava í síðsta mánaða. Pólsku favorittarnir høvdu torført við at bróta føroyska verjumúrin niður, men tað endaði 2-0 við tveimum málum seint í dystinum.

Málskjútti var í báðum førum Robert Lewandowski. Hann varð í 2021 kosin heimsins besti spælari av FIFA og hevur bumbað mál inn á hægsta stigi í yvir tíggju ár. Heimsstjørnan verður tó ikki at síggja á Tórsvølli í hesari vikuni. Hetta hevur pólski liðlæknin í øllum førum sagt alment. Orsøkin ein øklaskaði, sum Lewandowski fekk í dysti fyri FC Barcelona í Champions League-dysti í síðstu viku. 

Sí eisini: Lewandowski kemur møguliga ikki til Føroyar

[object Object]
Hann avgjørdi alt, tá liðini hittust fyri beint yvir einum mánaða síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Skøddu liðbondini kunnu skaða pólska liðið, ið hevur knívin á barkanum við nýggjum venjara í Føroyum. Liðið hjá Håkani Ericson fer at royna at í minsta lagi halda dystin spennandi til síðst og at fáa stig á talvuna aftur.

Fríggjakvøldið gongur leiðin til Kekkia, har næstseinasti EM-undnkappingardysturin í ár er á skránni. Kekkia hevur tvær ferðir seinasta árið spælt Føroyar út av vøllinum: 5-0 í venjingardysti í Kekkia í fjør og 0-3 á Tórsvølli í juni. Kekkar eru næstovast í bólkinum og hava spælt ein dyst færri enn hini liðini.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19.45: Føroyar - Pólland 

Atgongumerki til dystin kunnu keypast her

Sunnudagin 15. oktober
18.00: Kekkia - Føroyar

Støðan eftir fimm umfør: 

Albania 10 stig
Kekkia 8 stig 
Moldova 8 stig 
Pólland 6 stig
Føroyar 1 stig

Tilfar frá venjingini í dag seinni.

Føroyski hópurin til EM-undankappingardystirnar: 

Málverjar: 
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Bjarti Vitalis Mørk, HB

Verjuspælarar:
René Shaki Joensen, KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB
Odmar Færø, KÍ
Bartal Wardum, HB
Sonni Ragnar Nattestad, B36
Hørður Askham, AB (Danmark)
Andrias Edmundsson, MKS Chojniczanka (Pólland)

Miðvallarar:
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Andrass Johansen, B36
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers FC (Írland)
Jóannes Bjartalíð , Fredrikstad FK (Noreg)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hanus Sørensen, HB
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad FK (Noreg)

Áleyparar: 
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (Ísland)
Jóan Símun Edmundsson, KA Akureyri (Ísland)
Petur Knudsen, El Paso (USA)
Pætur Petersen, KA Akureyri (Ísland)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder