Ríðisamband Føroya skipar nú fyri innsavning til Krabbameinsfelagið.
Tað var Ruth á Plógv úr Sandavági, sum hevur tikið stig til innsavningina. Hon fekk tað hugskot at reiðfólk kundu sameina ítróttina við at skaffa sær peningastuðlar.
Átakið "Á rossabaki móti krabba" snýr seg í stuttum um at reiðfólk hvør sær útvega sær stuðlar, sum gjalda eitt ávíst krónutal fyri hvønn kilometur, reiðfólkið ríður í døgunum 6. – 21. mars. Túrar vera skjalfestir við myndum ella við app sum skrásetur hvar mann ríðir.
Fyri at gera tað eitt sindur meira áhugavert hevur Ríðisambandið útvegað nakrar stuðlar sum lata nakrar vinningar til reiðfólkini. Hetta verður útlutað millum tey, sum ríða, skrivar Ríðisambandið á heimasíðuna.
Tað ber til hjá øllum, bæði fyritøkum og einstaklingum, at stuðla átakinum. Meira um, hvussu ber til at stuðla, kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald