Hondbóltur

Á veg aftur til Føroya við leiðslu - skulu koma fyri seg skjótt

Føroyska hondbótsferðalagið er longu í Berlin og lendir eftir ætlan á Vágum klokkan 13.40. Seinni og avgerandi dysturin um HM-pláss er á skránni klokkan 19 leygarkvøldið.

Føroysku spælararnir, og fjeppararnir, fegnast um eitt mál í sigrinum í gjár. Teir hava aftur nakað av flúgving í dag - venjing verður við Tjarnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Føroysku spælararnir, og fjeppararnir, fegnast um eitt mál í sigrinum í gjár. Teir hava aftur nakað av flúgving í dag - venjing verður við Tjarnir í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-15 06:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin): - Fyrst og fremst snýr tað seg um at fáa pulsin niður og so royna at sova. Tað verður nokk øðiiliga torført í nátt. Men í øllum førum hvíla okkum so nógv sum gjørligt og fáa ein góðan ferðadag í morgin við nógvari hvíld.

Soleiðis segði Pauli Jacobsen í høllini í Tuzla, tá Portalurin í gjárkvøldið fekk orð á føroyska málverjan, sum man metast at vera dagsins maður í 24-22 sigrinum í fyrra HM-røkkstøkk dystinum.

Les eisini: Vunnu eftir tógvið stríð í Tuzla - verður avgjørt við Tjarnir leygarkvøldið

Sí eisini - tøl og annað: Hákun West av Teigum greiður toppskjútti - Pauli Jacobsen stóð branddyst í Bosnia

Liðformaðurin og liðfelagarnir hava ikki fingið "sovið uppá sigurin". Eftir máltíðina á gistingarhúsinum í Bosnia, var klokkan farin av 23 lokala tíð. Fimm tímar seinni koyrdi bussurin við kós móti flogvøllinum í Tuzla, og síðani gekk leiðin til Berlin við Wizz Air.

[object Object]
Óli Mittún og hinir hava longu verið á flogi aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir: Føroyar vunnu verjubrakið í Bosnia

Túrurin til Tuzla mánadagin var drúgvur. Hesaferð sleppir føroyska hondbóltsferðalagið undan busstúri millum býin, har dysturin var í gjár, og Sarajevo. Og tað er eisini styttri millum teir tríggjar flogtúrarnar á heimferðini.

Steðgurin í Berlin er til klokkan níggju føroyska tíð, og síðani er aftur ein stuttur steðgur, áðrenn flogið verður til Føroya úr Kastrup.

Eftir ætlan lendir landsliðið, sum ætlar sær til HM her í Týsklandi í januar, í Vágum klokkan 13.40. Eftir mat og hvíld er venjing á skránni við Tjarnir klokkan 18 - og síðani meira hvíld.

-  Tá vit so koma til Føroya: Aftur hvíld, síðani venjing við Tjarnir har vit fáa rist flúgvingina úr beininum og so langan náttarsvøvn leygarnáttina, so vit eru 100 prosent til dystin við Tjarnir leygarkvøldið, staðfestir Pauli Jacobsen.

[object Object]
Hákun West av Teigumm Pauli Jacobsen og hinir aftur á ferð 

Les meira um hví so stutt er millum dystirnar her: Bert 48 tímar millum dystarbyrjan í Bosnia og Tjarnir

Fyrri røkkstøkkdysturin:
Í gjár, hósdagin 14. mai, Tuzla (Bosnia)
Bosnia&Hersegovina - Føroyar 22-24 (10-12)

Les meira um dystin her

Seinni røkkstøkkdysturin:
Leygardagin 16. mai, við Tjarnir
19.00: Føroyar - Bosnia&Hersegovina

Samanlagdi vinnarin hesa vikuna kemur víðari til HM-endaspælið í januar 2027.

Sí eisini: Soleiðis spæla Føroyar seg til HM-endaspælið

FM1 sigur frá dystinum í morgin, við upptakt klokkan 18, og hevur beinleiðis sending í dag klokkan 16. Har taka Tormóður Petursson Djurhuus og Ári Egason Dam samanum dystin í gjár og hyggja fram ímóti seinna og avgerandi heimadystinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder