Tá leikararnir hjá Skála fóru á vøllin við Margáir í kvøld, vistu teir, at AB einki fekk burturúr í Fuglafirði. Uros Stojanov skoraði sítt 17. mál í ár miðskeiðis í 2. hálvleiki. Harvið er serbin nú einsamallur toppskjútti í Betrideildini, og ÍF fekk sína fyrsta sigur síðani 12. juli (3-0 sigur á Skála).
Skála tók, á ein hátt, av. Útiliðið var vandamiklari fyri stegðin. EB/Streymur bjargaði millum annað á strikuni, men tað var heimaliðið ið legði seg á odda. Tað var, tá ein tími var leiktur. Gott uppspæl í høgru, Niklas Kruse legði innfyri, har Sìmun Sólheim møtti bóltin við høgru innarusíðu.
Flott mál og EB/Streymur var nú á veg móti trimum stigum. Skála fekk tó lagt eitt trýst móti endnaum, Rói Zachariassen hevði eina stórbjarging, horna, Skála vildi hava brotsspark, bólturin kom lítla løtu innfyri aftur, og so varð brotsspark dømt, tá innskifti Jóhann Bergsson Johansen varð koyrdur um koll.
Ábyrgdin lá nú á Niels Paula Danielsen, og fyrrverandi EB/Streyma-leikarin var ísakaldur. EB/Streymur fekk ein stóran møguleika at svara aftur, men Bárður Olsen skeyt beinleiðis fríspark uppum, og so býttu liðini stigini.
Hetta merkir, at Skála nú er av aftasta plássinum, tí málúrttøkan er betri enn tann hjá AB. Argjamenn vitja mikukvøldið í Klaksvík í útsettum dysti, og leygardagin vitjar EB/Streymur hjá AB, meðan Skála spælir í Trongisvági. Talan kann gerast um ein veruliga gysara í botnstríðnum.
26. umfar í Betrideildini - botnstríðið
01. november
ÍF - AB 1-0 (1-0)
67' Uros Stojanov 1-0
EB/Streymur - Skála 1-1 (0-0)
59' Símun Sólheim 1-0
89' Niels Pauli Danielsen 1-1
Støðan í botninum
9. Skála (7 stig) 26 dystir - -49 mál
10. AB (7 stig) 25 dystir - -54 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald