Tað er eingin loyna, at 2022 var eitt baldrut ár hjá Argja Bótlfelag. Felagið rakk sínum málsetningini fyri besta mansliðnum, sum trygt yvirlivdi, sum uppflytari, í Betrideildini. Hetta hevði tó sín prís - bæði so og so.
Í frágreiðingini frá aðalfundi felagsins í gjár, verður tað heldur ikki dult, at hendingaríka kappingarárið kostaði felagskassanum nógv. Tað varð upplýst í gjár, at talan var um beint undir eina millión: 992.000 krónur. Tað vóru serliga íløgurnar í fyrru hálvu og í yvir tíggju útlendskar spælarar, sum kostaðu. Síðani er meira støðufesti komið í, og farið veðrur eftir einum avlopi í 2023.
- Hetta hallið kemur fyrst og fremst orsakað av fyrru kappingarhálvu í fjør, tá felagið byrjaði upp á nýggjan leist við fleiri útlendskum leikarum. Í summar kom fíggjarstøðan tó í tryggari legu, har útreiðslurnar minkaðu munandi, og felagið ætlar at seta føtur í spenni fyri at fáa avlop í komandi roknskapi.
Í sínari formansfrágreiðing um kappingarárið 2022 víst formaður felagsins, Marius Thomassen eisini á, at ítróttarliga grundarlagið í felagnum er sterkt við liði í Betrideildini, nýggjum og royndum høvuðsungdómsvenjara, og harafturat fer felagið aftur at hava U17-lið (fyri fyrstu ferð síðani 2019) við væl útbúnum venjara.
Fýra nýggj í nevndini
Nevndin í Argja Bóltfelagi telur fimm starvslimir og tveir tiltakslimir. Heimasíða felagsins skrivar, at teir báðir limirnir í nevndini sum stóðu fyri vali - Jens Petur Andreasen og Remi Olsen - valdu ikki at stilla upp aftur hesa ferð. Jens Petur og Remi vera tó virknir í felagnum á annan hátt, og tað gleðast tey um á Argjum.
Samstundis verður takkað teimum og Hildigerð Johannesen, sum hevur verið kassameistari síðsta árið, fyri arbeiði í nevndini. Hon valdi at ikki halda fram.
Nevndin innstillaði Patur Sivertsen Vase og Gunleif Trondesen Hentze sum nýggjar nevndarlimir, og teir blivu báðir valdir inn. Nýggir tiltakslimir blivu tær báðar, Sanna Hansdóttir Niclasen og Sóley Martinsdóttir við Garð
Hetta merkir, at nýggja nevndin telur fýra kvinnur og tríggjar menn. Eftir aðalfundin skipaði nývalda nevndin í Argja Bóltfelag seg soleiðis:
Formaður: Marius Thomassen
Næstforkvinna: Durita Sloan Dal-Christiansen
Skrivari: Sunneva M. Jensen
Kassameistari: Patur Sivertsen Vase
Nevndarlimur: Gunleif Trondesen Hentze
Tiltakslimur: Sanna Hansdóttir Niclasen
Tiltakslimur: Sóley Martinsdóttir við Garð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald